Kommunustýrisfundurin tann 20. novembur, fluttur til 27. novembur.

 

Kommunustýrisfundurin sum stendur til at vera 20 novembur, er fluttur til 27 novembur. 
 

Fráboðan um trygdarbrot

 

Fráboðan um trygdarbrot

Henda kunning er til øll, sum hava havt samskifti við Klaksvíkar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) og Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum.

Sum tey flestu helst vita, so hevur Klaksvíkar kommuna verið úti fyri einum álvarsomum telduálopi, har óviðkomandi eru komin fram at skipanunum hjá kommununi og harvið eisini hjá NBH og Barnaverndartænastuni. Sostatt hava bæði vanligar og viðkvæmar persóns-upplýsingar verið á skeivum hondum. Vit hava nú ræði á øllum upplýsingunum aftur, men kunnu ikki við vissu siga, at teldsníkarnir ikki hava tikið avrit av upplýsingunum.

Hetta trygdarbrotið fevnir millum annað um upplýsingar, sum eru skrásettar hjá Klaksvíkar kommunu, NBH og Barnaverndartænastuni, so sum navn, bústaður, p-tal, kontunummur, yrkisfelagsligt tilknýti og aðrar viðkvæmar persónupplýsingar í sambandi við málsviðgerðir.
Talan kann eisini vera um skrásetingar hjá barnatannlækna í Klaksvíkar -, Fugloyar -, Hvannasunds -, Kunoyar - og Viðareiðis kommunum.

Henda kunning er fyri at geva øllum møguleika at taka neyðug stig og fyrivarni fyri at tryggja seg, nú persónupplýsingar hava verið á skeivum hondum.

Trygdarbrotið kann viðføra m.a. hesar vandar: 

Persónar kunnu royna at nýta p-tal ella aðrar upplýsingar til m.a. samleikastuldur ella svik
Við atgongd til persónsupplýsingar kunnu óviðkomandi royna at lumpa fólk at veita fleiri upplýsingar ella pengar
Her eru nøkur stig, ið kunnu takast fyri at forða fyri misnýtslu av persónupplýsingum: 

Verið varin, um tit fáa óvæntaðar teldupostar, SMS-boð ella telefonuppringingar, har biðið verður um persónligar upplýsingar, innritanarupplýsingar ella pengar
Trýstið ikki á ivasamar leinkjur og latið ikki persónupplýsingar til óviðkomandi
Broytið veik loyniorð til sterk loyniorð - sí t.d. kunning frá Gjaldstovuni her: https://gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/kunning/tidindi/kt-tilbugvingin-a-gjaldstovuni-haekkar-nu-netalop-er-innan-landoddarnar/
Um tit hava spurningar, ella tykkum tørvar fleiri upplýsingar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkara dátuverndarfólk, Jens Chr. Olsen, telefon 784070, teldupostur: dpo@klaksvik.fo.

Arbeitt verður av øllum alvi við at framtíðartryggja allar dátur.

Vinaliga

Klaksvíkar kommuna, Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) og Barnaverndartænastan í Norðoyggjum

Valevnislistar

 

Valevnislistar Valevnislistar mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 týsdagin 22. oktober 2024 Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 10 stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi. Ein listi kann hava færri og í mesta lagi 4 valevni fleiri enn tað samlaða talið av bygdaráðslimum, ið skulu verða valdir. Um henda treyt ikki verður hildin, skal listin verða lýstur ógildugur. Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni, starvi, bústaði og føðingardegi, so at eingin samanblanding við nakran annan valbæran persón stendst av. Er okkurt valevni ikki valbært, ella er tað so óskilliga lýst, at ivi kann vera um, hvønn valbæran persón sipað verður til, verður navn hansara strikað av listanum. Valnevndin fyri Viðareiðis Kommunu, 8. oktober 2024 Jensebeth Absalonsen, formaður

Kommunuval 2024

 

KUNNGERÐ - Kommunuval 2024 Hervið verður gjørt kunnugt, at atkvøðugreiðslan til kommunuvalið týsdagin 12. november 2024 í Viðareiðis Kommunu verður í skúlanum á Viðareiði frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi, veljarar møta uttan steðg. Brævatkvøður: Sjófólk og onnur, sum ikki rokna við at vera heima valdagin, og veljarar sum eru burturstaddir uttanlands, kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin. Í øðrum førum skal brævatkvøðan verða avgreidd í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin, tað er 5. november 2024, og í seinasta lagi 11. november 2024 við at venda sær til kommunuskrivstovuna, telefon 231090 Heimaval: Veljarar, ið vegna sjúku ella annað, ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi 11. november við at venda sær til kommunuskrivstovuna og boða frá hesum áðrenn kl. 14.00 mánadagin tann 11. november 2024. Valkort: Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna og verða send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast. Minnist til at hava valkortið við á val. Valnevndin fyri Viðareiðis Kommunu, 8. oktober 2024 Jensebeth Absalonsen, formaður

Vegna Summarfrítíð

 

Vegna summarfrítíð, er kommunuskrivstovan stongd frá mánadegnum 22. juli til mánadagin 19. august 2024 kl. 10.00.

 

Eru átrokandi boð til kommununa, ber til at ringja 231090.

Øllum verður ynskt eitt gott summar!

30.05-2024

útivika 3-9 juni 2024

 

 

08.03-2024

Grundøki á Viðareiði til sølu til íbúðarbygging

 

Grundøki á Viðareiði til sølu til íbúðarbygging

 

Viðareiðis kommunu bjóðar ognina matr. nr. 65, Viðareiði, sum er 11.495 m2 til støddar, til sølu til íbúðarbygging.

 

Vit ynskja at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta ymiska tørvin hjá borgarunum til bústað, og at útvega íbúðir er partur av hesi ætlan.

 

Sølan er skipað soleiðis, at tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

 

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi.

 

Fyrispurningar kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og við telduposti til sokn@sokn.fo.

 

Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar.

 

Øll, sum vísa útboðnum áhuga, kunnu við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.

 

Freistin at lata inn tilboð er týsdagin 23. apríl 2024, kl. 12:00.

 

 

 

                 

 

 

16.01-2024

Kommunustýrisfundur 17. januar avlýstur

 

Kommunustýrisfundurin 17. jan. er avlýstur

Onki mál er á skrá. 

 

 

 

 

                 

 

 

26.11-2023

Fíggjarætlan 2024

 

 

Viðareiðis bygdarráð

Dagfesting:                       22.11.2023 kl. 21:30

Bygdarráðslimir:          Marita Sumberg, Hans Jákup Kallsberg, Tórhallur Staksá, Sørin Kallsgarð. Benjamin Matras Absalonsen var burturstaddur og í hansara stað var Kári V. Olsen

Onnur:                               Kristian Hansen, fíggjarráðgevi og Tanja Jacobsen, kommunustjóri

 

Fíggjarætlan hjá Viðareiðis kommunu 2024 samtykt

Frágreiðing um málið:

Karmurin fyri fíggjarætlanina fyri  2024 hjá Viðareiðis kommunu varð lagdur fyri bygdarráðið 20. september. 1. viðgerð av fíggjarætlanini var 30. oktober, har rakstur og íløgur hava verið viðgjørd.

Raksturin hevur støði í undanfarna ári og framrokning av nýtsluni í inniverandi ári og verða rakstrarútreiðslurnar ætlaðar til 15, 760 mió. kr. Lønarhækkingin er íroknað  og príshækking av vørum og tænastum verður mett at vera 2,5%.

Postarnir rentustuðul og rentur eru mettir til 500.000 kr. Avdrátturin fyri 2023 verður 1,172 mió. kr.

Skattainntøkurnar verða mettar til 21,760 mió. kr. , sum gevur eitt rakstrarúrslit á 6 mió. kr.

Ætlaðu íløgurnar eru 11,179 mió. kr. Hettar merkir at fíggjarætlannin gevur eitt hall á 6,851 mió. kr., sum verður fíggjað við tøkum peningi.

Høvuðsorsøkirnar til hallið  eru m.a. at arbeiðið við nýggja dagstovninum av álvara fer í gongd um ársskiftið, at betrast skal um vatnverkið, kirkjugarðin og umvæling av lendingini í Eiðsvík.

Skattaprosentið fyri komandi fíggjarár 2024 verður ásett til 20,50% og barnafrádrátturin hækkar til 8.500 kr.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fíggjarætlan 2024 - Rakstur

 

 

 

Fíggjarætlan 2024 - Løgur

 

 

     

 

 

 

   

 

 

§20

Inntøkur

21.760.318

 

 

 

NBH, íløgur

445.000

 

 

     

 

 

 

§ 2: Almanna- og heilsumál

445.000

 

 

§ 1

Kommunal fyrisiting

1.772.000

 

 

 

   

 

 

§ 2

Almanna- og heilsumál

5.564.231

 

 

 

Gamli skúli

1.000.000

 

 

§ 3

Børn og ung

3.053.000

 

 

 

Nýggjur dagstovnur

4.800.000

 

 

§ 4

Undirvísing

1.856.032

 

 

 

§ 3: Børn og ung

5.800.000

 

 

§ 5

Mentan og frítíð

361.500

 

 

 

   

 

 

§ 6

Teknisk mál

1.683.000

 

 

 

Hitapumpa

300.000

 

 

§ 7

Kommununal virki

1.470.400

 

 

 

§ 4: Fólkaskúlin

300.000

 

 

     

 

 

 

   

 

 

 

Rakstrarútreiðslur

15.760.163

 

 

 

Byggibúning - Projektering & keyp av lendi

567.000

 

 

     

 

 

 

Kirkjugarðurin

600.000

 

 

 

Rakstraravlop

6.000.155

 

 

 

Vatnveiting

1.000.000

 

 

     

 

 

 

Kloakkir

400.000

 

 

 

Rentustuðul

300.000

 

 

 

Eiðsvíkin - Asfalt

500.000

 

 

 

Rentur

200.000

 

 

 

Nýggj gøtuljós

300.000

 

 

 

Avdráttir

1.172.400

 

 

 

Rakstrargøgn

250.000

 

 

   

 

 

 

 

§ 6: Teknisk mál

3.617.000

 

 

 

Úrslit áðrenn íløgur

4.327.755

 

 

 

   

 

 

     

 

 

 

Sløkkiliðið

17.500

 

 

 

Íløgur

11.179.500

 

 

 

Lendingin í Eiðsvík

1.000.000

 

 

   

 

 

 

 

§ 7: Kommununal virki

1.017.500

 

 

 

Úrslit

-6.851.745

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Íløgur í alt

11.179.500

 

           

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fígging:

Fíggjarætlanin vísir eitt hall uppá  6,851mió. kr., og tá kommunan hevur tøkan pening til endamálið, verður hesin nýttur.

 

Lógargrundalag:

Kommunulógin.

 

Viðareiðis bygdarráð 22.11.2023

Karmurin fyri fíggjarætlanina fyri 2023 varð lagdur fram á bygdarráðsfundi 20. september.

1.viðgerð var 30.10.2023 (MS, HJK, BMA og TS). Á bygdarráðsfundi 22.11.2023 var 2. viðgerð, og tá

        varð fíggjarætlanin endaliga samtykt (MS, HJK, TS, SK og KVO).

 





 

 

23.11-2023

Fíggjarligur lætti til barnafamiljuna í desembur

Viðareiðis kommuna hevur samtykt, at foreldur at børnum, ið ganga í dagstovn og fríðtíðarskúla, ikki skulu gjalda í desembur í ár. Hetta fyri at geva ein lætta til jóla 

 

 

14.11-2023

Sáttmálin undirskrivaður

                          

Sáttmáli var í dag undirskrivaður við Juul Grevstur. Verkætlanin fevnir um betongarbeiðið til nýggja dagstovnin á Viðareiði, sum var boðin alment út tann 24.09-2023.

Arbeiðið fer væntandi í gongd fyrst í desembur í ár.

 

 

 

 

24.09-2023

Útbjóðing

                                ÚTBJÓÐING

                          Dagstovnur á Viðareiði

 

Betongarbeiði av nýggjum dagstovni á Viðareiði verður hervið boðin út alment í hesum arbeiðstøkum:

 

A       BETONGARBEIÐI

A0     Jørðarbeiði

A1     Útfyllingararbeiði

A2     Grovplaneringsarbeiði

A3     Byggipláss

A4     Jørðarbeiði

A5     Kloakkarbeiði

A6     Betongarbeiði

A7     Stálarbeiði

 

Útbjóðingartilfarið verður talgilt.

Lisitatión verður týsdagin 26. oktobur 2023.

Áhugaði skulu boða frá luttøku í seinasta lagi fríggjadag 29. septembur 2023 umvegis teldupost-adressuna ss@fuglark.fo tilskilað ávikavist:

·           fyritøka (fa/spf/pf)

·           ábyrgdarpersónur (navn, telefon, fartelefon, teldu-postadressa)

 

 

 

 

18.09-2023

Kaðalumlegging týsnáttina 19. septembur 2023

Í samband við kaðalumlegging týsnáttina 19. september kl 01-03 verður avbrot á øllum samskiftistænastum í Árnafirði, Norðtoftum, Depli, Norðdepli, Hvannasundi, Viðareiði, Fugloy og Svínoy.

Fyrsta hálva tíman er alt samband burtur, síðani kemir tað aftur so líðandi øki fyri øki.

Tilbúgvingin á Viðareiði situr í kommunuskrivstovuni frá kl. 00.30 í nátt og er til reiðar at hjálpa við satelitt telefon, um brúk skuldi verið fyri tí. 

Tað verður koyrandi í tunlunum alla tíðina, tí arbeiði forðar ikki ferðsluni, arbeitt verður longri niðri á tunnilsvegnum í Ánunum.

Spakin settur í 6 juli 2023

Hósdagin 6/7-23 kl. 13.00 verður fyrsti spakin settur í til avgrevsturin av tænastudeplinum og dagstovninum undir skúlanum.

Vónandi kemur arbeiði at ganga skjótt og væl. 

 

Ven og virka í summarfrí

 

 

Ven og Virka fer í summarfrí, og tí verður  eingin venjing á Viðareiði frá viku 28 til og við viku 31.

Sostatt verður hvørki skipað venjing ella eginvenjing frá mánadegnum 10. juli til mánadagin 7. august 2023.

Tey, ið skulu til skipaða venjing eftir summarferiuna frætta aftur frá okkum.

Eginvenjingin byrjar aftur týsdagin 8. august.

Gott summar 😊

Ven og Virka

 

28. februar 2023

Hagafundur fyri hagan Úti í Líð

   Hagafundur fyri hagan Úti í Líð

            Hagafundur verður týsdagin 28. Februar 2023 kl. 19.00

            Fundurin verður hildin uppi á loftinum í bygdaráðnum.

 

Skrá:

  1. Val av hagastýri
  2. Søla av matr. nr. 189b til Viðareiðis kommunu
  3. Roknskapur
  4. Gongd í haga
  5. Ymiskt

 

Hagastýrið

 

dagstovnur

21.12.2022

Sáttmáli við Articon undirskrivaður

Sáttmáli varð í dag undirskrivaður við Articon um at fara undir byggibúgvingina til nýggjan dagstovn á Viðareiði. Verkætlanin fevnir eisini um byggibúgving av Tænastudeplinum, sum NBH hevur í umbúna at byggja á Viðareiði.

Eftir ætlan fer útgravingararbeiðið í gong tíðliga komandi vár.

23.11.2022

Fíggjarætlanin fyri 2023 samtykt

Viðareiðis Bygdarráð

Dagfesting:             22.11.2022 kl. 19.00

Bygdarráðslimir:          Marita Sumberg, Hans Jákup Kallsberg, Kristian Hansen, Benjamin Matras Absalonsen

Onnur:                           Tanja Jacobsen, kommunustjóri

Fíggjarætlan hjá Viðareiðis kommunu 2023

Frágreiðing um málið:

Karmurin fyri fíggjarætlan 2023 hjá Viðareiðis kommunu varð lagdur fyri bygdarráðið 13. september og 1. viðgerð var 9. november, har rakstur og íløgur hava verið viðgjørd.

Raksturin hevur støði í undanfarna ári og framrokning av nýtsluni í inniverandi ári og vera rakstrarútreiðslurnar 16,826 mió. kr. Lønarvøksturin er mettur til at vera 5,0 % og vøksturin av vørum og tænastum vera mettar at vera 2,5%.

Postarnir rentustuðul og rentur eru settir til 240.000 kr., og við hesum verður samlaði raksturin 17,066 mió. kr. Avdrátturin fyri 2023 verður 1,505 mió. kr.

Skattainntøkurnar eru 18,899 mió. kr. sum er knappar 500.000 kr. meira enn væntast at fáa inn í ár. Við hesum verður rakstrarúrslitið 2.073.299 kr.

Íløgurnar eru netto 7,870 mió. kr. Hettar merkir at fíggjarætlannin gevur eitt hall uppá 7,542 mió. kr., sum verður fíggjað við tøkum peningi.

Høvuðsorsøkin til hallið er, at ætlanin er at gera stórar íløgur í keyp av lendi, nýgerð av dagstovni og umvæling av lendingini í Eiðsvík.

Skattaprosentið fyri komandi fíggjarár 2023 er ásett til 20,50% og barnafrádrátturin hækkar til 8.000 kr.

Fígging:

Fíggjarætlanin vísir eitt hall uppá 7,542 mió. kr., og tá kommunan hevur tøkan pening til endamálið, verður hesin nýttur.

Lógargrundalag: Kommunulógin.

Viðareiðis bygdarráð 22.11.2022
Karmurin fyri fíggjarætlanina fyri 2023 varð lagdur fram á bygdarráðsfundi 13. september. 1.viðgerð var 09.11.2022 (MS, HJK, TS, KH og BMA). Á bygdarráðsfundi 22.11.2022 var 2. viðgerð, og  fíggjarætlanin var endaliga samtykt (MS, HJK, KH og BMA).

02.11- 2022

Skattalistin 2021

 Sambært grein 10 í løgtingslóg nr. 169, liggur skattalistin 2021 fyri Viðareiðis kommunu til alment eftirlit í kommununi eftir vanligari upplatingartíð frá 03 -18 novembur 2022

Fólkatingsval

19.10.2022

Kunngerð um fólkatingsval

                                  Kunngerð um fólkatingsval 31. oktober 2022

                    Tað verður her gjørt kunnugt, at fráboðaða fólkatingsvalið fer fram

                                      mánadagin 31. oktober í Viðareiðis skúla

Atkvøðutíðin verður frá kl. 09:00 - kl. 20:00 og so leingi,

veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður

Veljarar í Viðareiðis kommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni til og við fríggjadagin 28. oktober 2022.

Tey, ið vegna sjúku, ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 451083 í seinasta lagi fríggjadagin, 28. oktober kl. 15.00.

Brævatkvøður skulu vera valnevndini, har veljarin stendur á vallista,
í hendi innan valið byrjar kl. 9 valdagin.

Valkort

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Hesi verða send út við postinum. Veljari, sum ikki hevur fingið valkort, ella sum fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt,  men annars til og við valdagin.

Minnist til at hava valkortið við á val !

Viðareiði 19.10.2022

 

 

 

 
 

12.10-2022

Umsjónar fólk til Viðareiðis kommunu

                                 

 

Viðareiðis kommuna søkir eftir einum dugnaligum og álítandi umsjónarfólki at byrja 1. desembur.

 

Vit bjóða:

Eitt áhugavert starv við fjølbroyttum og mennandi uppgávum, har tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur møguleikar fyri fakligari og persónligari menning.

 

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at útbyggja vatn og -spillvatnsveitingar, vetrarhald, timburarbeiði í samband við viðlíkahald av kommunalum ognum og annað fyrifallandi arbeiði.   

 

Førleikakrøv

Tann, ið settur verður, skal hava eina handverkaraútbúgving. Royndir innan timburarbeiði, er ein fyrimunur. Harumframt er tað ein treyt at hava koyrikort til persónbil.

 

Har afturat vænta vit:

  • At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Kunna loysa trupulleikar, tá ið á stendur
  • Vera fyrikomandi
  • Er fleksibul
  • Er røkin og ruddiligur

 

Løn sambært sáttmála.

Umsókn saman við avriti av prógvi, møguligum viðmælum og royndum skulu sendast til info@vidareidi.fo í seinasta lagi 25. oktobur 2022

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Maritu Sumberg, borgarstjóra á tlf 231090

 
 
 
 

07.09.2022

Skúlabussurin

 

Viðareiðis kommuna vil hervið boða frá, at framhaldsskúlanæmingar í kommununi skulu vísa busskort, tá koyrt verður við skúlabussinum. 

Skúlabussurin er bert ætlaður til framhaldskúlanæmingar í Viðareiðis - og Hvannasunds kommunu.

Kortið kann heintast í kommunuskrivstovuni.

Skrivstovan hevur opið soleiðis: mánadag, mikudag og hósdag frá 10:00 til 14:00

 

 
 
 
 

17. aug 2022

Hugsið um umhvørvið

 

Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar

17. aug 2022

Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.

Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

  • Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
     
  • Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
     
  • Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. 
  • Eisini kemur ein byngja at standa við Sandoyrabug. Vinarliga boða kommununi frá, tá byngjan er full. Tlf. 735895 ella 735899


Fyribyrging av nátasjúku: 
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku.

13-04-22

Roknskapur 2021

Viðareiðis Kommuna – Roknskapur 2021

Á bygdarráðsfundinum týskvøldið 31. mai 2022 varð roknskapurin hjá Viðareiðis Kommunu fyri árið 2021 viðgjørdur og samtykur.

Viðareiðis kommuna hevði í 2021 inntøkur fyri 17.7 mió. kr. Hettar er 274 tkr minni enn mett tá fíggjarætlanin fyri 2021 var samtykt. Serliga var tað partafelagsskatturin, ið var lægri enn mettur.

Viðareiðis Kommuna gjørdi í 2021 íløgur fyri tilsamans 4.9 mió. kr.

Størsti parturin av íløgunum – 3.4 mió. kr. og 866 tkr.  – vóru brúktar á økinum teknisk mál og kommunalt virki. Hettar sæst serliga aftur, við at nýtt asfalt er lagt á vegirnar og at nýggjur brimgarður í Eiðsvík tekur skap.

Tað kostaði Viðareiðis Kommunu 14.3 mió. kr. í rakstri í 2021, hettar er 666 tkr. minni enn mett tá fíggjarætlannin fyri 2021 var samtykt við 14.9 mió. kr.

Umframt kommunala raksturin, so er Viðareiðis Kommuna partur av fleiri kommunalum samstørvum. Hesi samstørv eru m.a. Norðoya Bú- og Heimatænasta, Barnaverndartænastan og Hvannasunds havn.

Í 2021 kostaði eldraøkið Viðareiðis Kommunu 4.0 mió. Kr. sammet við 3.4 mió. kr. í 2020. Samstarvið við barnaverndartænastuna í norðoyggjum kostaði Viðareiðis kommunu 493 tkr. í 2021 sammet við 522 tkr. í 2020.

Viðareiðis Kommuna hevði eina Rakstrar-, løgu- og útlánsætlan (RLÚ) uppá -1.470 mió. kr.

Viðareiðis kommuna rindaði 1.172 mió. kr. til afturgjald av lánum í 2021. Hettar merkir at við árslok 2021 var nettoognin hjá Viðareiðis kommunu 4.406 mió., ið svarar til áleið 12.6 tkr. pr. íbúgva.

Viðareiðis Kommuna

13-04-22

Ljósskipanin má tillagast og betrast

13.04.2022

Ljósskipanin má tillagast og betrast

Borgarstjórarnir í Klaksvíkar, Hvannasunds og Viðareiðis kommunu møttust í dag til fund um nøkur felags áhugamál. Eitt av málunum var eftirmeting av ljósskipanini, sum stýrir ferðsluni í tunlunum norður um fjall.

Niðurstøðan frá fundinum var, at flestu borgarar eru glaðir fyri skipanina og ikki vildu verið ljósskipanina fyri uttan. Serliga er skipanin góð fyri trygdina í tunlunum, ikki minst nú summarið nærkast og bæði ferðafólk og tung ferðsla fer at koyra gjøgnum tunlarnar.

-          Sjálvt um vit sum heild eru væl nøgd við skipanina, so hevur skipanin nú verið virkin áleið eitt ár, og ein tílík skipan skal eftirmetast leypandi, soleiðis at hon best tænir borgarunum, sum dagliga brúka tunlarnar, sigur Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Borgarstjórarnir í teimum trimum kommununum viðgjørdu á fundinum tær áheitanir, sum borgarar norðafyri tunlarnar vóru komnir til teirra við, og samdust um trý ítøkilig uppskot, ið kunnu betra um ferðsluna.

Skotið verður upp, at Landsverk ger hesar tillagingar:

  • At skipanin verður sløkt leygardag og sunnudag í vetrarhálvuni, frá 1. okt til 30. apríl.
  • At ljósskipanin skal virka frá kl. 07:00 til kl. 19:00, ístaðin fyri frá kl. 06:00 til 20:00.
  • At betri skelting verður sett upp við tunnilsmunnan, sum greiðir frá, hvussu skipanin virkar. T.d. í Klaksvík kann skelti vísa, at tunnilin er opin kl. 17:07, 17:22, 17:37 og 17:57.

 

31.01-2022

 

 
31/01/2022

Kunningarátak: Tænastudepil skal byggjast á Viðareiði

Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur gjørt av, at tænastudepilin skal fevna um hølir til venjingar, heimatænastu og dagtilhald. Í hesum sambandi verður skipað fyri kunningarátaki.

Hóskvøldið 3. febr. kl. 19.00 verður kunnað um tænastudepilin í Auluni í skúlanum á Viðareiði.

Eisini fer tað í næstum at bera til hjá fólkapensjónistum at venja í skúlanum á Viðareiði. Kunnað verður somuleiðis um hendan venjingarmøguleika og høvi verður at síggja venjingarumstøðurnar.

Skráin: 

·       Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði, bjóðar vælkomin

·       Marna E. Jensen, stjóri fyri NBH, og Svend Sivertsen, arkitektur frá FuglArk, kunna um tænastudepilin

·       Hedevig Matras, deildarleiðari fyri fysio- og ergoterapieindina hjá NBH,  kunnar um venjingartilboðið

·       Margetha í Buð, limur í Eldraráðnum, hugleiðir

·       Olvheðin Jacobsen syngur

·       Katrin Næs, borgarstjóri i Hvannasundi, leiðir átakið

Allir fólkapensjónistar norðanfyri fjall eru vælkomnir.

26.01-2022

Grundstykkið matr. nr 79o til sølu

 

Viðareiðis kommuna hevur grundstykkið matr. nr. 79o klárt til sølu.

Grundstykkið er 870 fermetrar til støddar. Orsakað av, at kommunan hevur merkt stóran áhuga fyri júst hesum grundstykkinum, hevur kommunan tikið avgerð um, at hetta stykkið verður selt við lutakasti millum teirra, sum hava sent umsókn um stykkið á heimasíðuni hjá Viðareiðis kommunu í seinasta lagi 16 februar. 

Lutakastið er alment og verður á kommunuskrivstovuni fríggjadagin 18 februar kl 18.00

Sambært byggisamtyktini er ásetingin fyri økið A1, sum er sethúsaøki. 
Kommunan er ikki sinnað at selja stykkið til bygging av summarhúsi.

07.01-2022

Kommunustýrisfundur avlýstur

 

Onki mál er komi inn og tí er fundurin, sum skuldi verða 11 janur avlýstur.  

07.12-2021

Verkið hjá Danial Lydersen komið út

 

Mikudagin 8 des. og hósdagin 9 des. kl 13-15 ber til at heinta verkið á kommunuskrivstovuni á Viðareiði. Flyt 500 kr á konto 9181 4348607, vís kvittanina og fá verkið heim við.

 Mánadagin 13. des. fer prísurin upp í 598,- og kann keypast á sprotin.fo

Viðareiðis kommuna ynskir Daniali Lydersen hjartaliga til lukku við stóra bókaverkinum um heimbygdina Viðareiði.

 

01.12-2021

Jólatræið verður tendra Fríggjadagin

 

Jólatræið á Viðareiði verður tendrað fríggjadagin 3. desembur kl. 18.00 og í hesum sambandi fáa vit vitjan av jólamonnunum.

                                                                           Øll eru hjartaliga vælkomin 

 

01.12-2021

Jólatræið verður tendra Fríggjadagin

 

Jólatræið á Viðareiði verður tendrað fríggjadagin 3. desembur kl. 18.00 og í hesum sambandi fáa vit vitjan av jólamonnunum.

                                                                           Øll eru hjartaliga vælkomin 

 

Fíggjarætlan fyri 2022 samtykt

21.10-2021

Fíggjarætlan fyri 2022 samtykt

 

Viðareiðis Bygdarráð

Dagfesting:             23.11.2021 kl. 19.00

Bygdarráðslimir:         Marita Sumberg, Hans Jákup Kallsberg, Kristian Hansen, Tórhallur Staksá, Benjamin Matras Absalonsen

Varalimir:                         Sørin Kallsgarð møtti fyri Benjamin Matras Absalonsen

Onnur:                                 Tanja Jacobsen, Kommunustjóri

Fíggjarætlan hjá Viðareiðis kommunu 2022

Frágreiðing um málið:

Karmurin fyri fíggjarætlanina fyri 2022 hjá Viðareiðis kommunu varð lagdur fyri Bygdarráðið 26. oktober, har rakstur og íløgur hava verið viðgjørd.

Raksturin hevur støði í undanfarna ári og framrokning av nýtsluni í inniverandi ári og verða rakstrarútreiðslurnar 15,814 mió. kr. Lønarvøksturin er mettur til at vera 5,0 % og vøksturin av vørum og tænastum vera mettar at vera 2,5%.

Postarnir rentustuðul og rentur eru settir til 278.000 kr., og við hesum verður samlaði raksturin 16,092 mió. kr. Avdrátturin fyri 2022 verður 1,505 mió. kr.

Skattainntøkurnar eru 18,402 mió. kr. sum er góðar 100.000 kr. minni enn væntast í ár. Við hesum verður rakstrarúrslitið 805.000 kr.

Íløgurnar eru netto 7,659 mió. kr. Hetta merkir, at fíggjarætlannin gevur eitt hall uppá 6,854 mió. kr., sum verður fíggjað við tøkum peningi.

Høvuðsorsøkin til hallið eru stórar íløgur í keyp av lendi, nýgerð av dagstovni og umvæling av lendingini í Eiðsvík.

Skattaprosentið fyri komandi fíggjarár 2022 verður ásett til 20,50% og barnafrádrátturin verður ásettur til 7.500 kr.

 

Fígging:

Uppskotið vísir eitt hall uppá 6,854 mió. kr., og tá kommunan hevur tøkan pening til endamálið, verður hesin nýttur.

 

Lógargrundalag:

Kommunulógin.

 

Viðareiðis Bygdarráð 23.11.2021

Atkvøtt varð um uppskotið hjá bygdarráðsliminum (MS, HJK, TS og KH) frá 26. oktobur 2021; tað var samtykt við 5 atkvøðum fyri (MS, HJK, TS, KH og SK)

21.10-2021

Broyting í innsavningini á Viðareiði

  

Húsarhaldsposarnir á Viðareiði, í Hvannasundi, Árnafirði, Depli, Norðdepli, Haraldssundi, Kunoy, Norðtoftum og Ánunum, sum vanliga verða heintaðir mikudag, verða hesa vikuna heintaðir hósdag.

21.10-2021

Kommunustýrisfundur útsettur

  

Kommunustýrisfundurin 23/11-21 er útsettur til kl 19.00

 

01.10-2021

Viðareiðis kvøldskúli

  

Kan være et billede af tekst

13.09-2021

Burturbeining av leivdum frá fletting

  

Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa?

IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.

Eitt tað mest dálkandi at brenna hjá IRF eru seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara. 

Búnaðarstovan hevur skipanina viðvíkjandi stuðli til seyðaskinn um hendi.

Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða burturbeindar á rættan hátt.

Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:

  • Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu.
  • Tøm vemburnar.
  • Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
  • Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjuna.

Hví dálkar tað at brenna leivdir frá flettingini?

Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig.  Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.

 

13.09-2021

Rørslutiltak fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avarandi byrjar 27 septembur

 

Nú byrjar rørslutilboðið í Norðoyggjum aftur. Tað er Krabbameinsfelagið í samstarvi við Klaksvíkar Kvøldskúla, ið skipar fyri tilboðnum, við stuðli frá kommununum í Norðoyggjum. Vit byrja at venja aftur mánakvøldið kl. 19.00 – 20.00 í í kjallaranum á Kjalarvegur 48, Klaksvík.

 

Rørslutiltakið er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.

 

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí er tilboðið skipa soleiðis, at  familjan hevur møguleika at vera við og har tey kunnu vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.

 

Tað er ókeypis at luttaka!

 

Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.

 

Venjari er Jóngerð Biskupstøð, fysioterapeutur.  Vant verður mánakvøld kl. 19.00 – 20.00 í í kjallaranum á Kjalarvegur 48, Klaksvík.

 

Tilmelding á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo

 

Um tú vilt hoyra nærri um rørslutilboðið ella hevur tú spurningar til onnur tilboð hjá Krabbameinsfelagnum, kanst tú eisini seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo

 

logo

 

01.09-2021

Skúlabussurin 2021/22

 

Ferðaætlan fyri skúlabussin 2021/22
 
Mánadag til fríggjadag:
07:10 av Viðareiði
07:30 úti endanum Hvannasundi
 
13:30 úr Klaksvík mánadag til hósdag
15.:15 úr Klaksvík manadag til hósdag
14.15  úr klaksvík fríggjadag
 
Umframt teir vanligu túrarnar um dagin, er ein royndartúrur settur inn kl 20.00 úr Klaksvík ( tilkalling innan kl. 18:30, ring 226868 ) – royndartúrurin verður eftirmettur í januar 2022

 

23.08-2021

Starvslýsing

 

 

Námsfrøðingur til frítíðaransingina í Viðareiðis kommunu.

Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða 25 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Starvstíðin er fram til 1. juli 2022. Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í staðin.

 

Tann, ið settur verður, skal:

 

  • Megna at arbeiða við børnum, ið hava serligar avbjóðingar.
  • Hava hug og áræði at skapa og íverkseta ein mennandi, tryggan, stuttligan og til tíðir øðrvísi gerandisdag, saman við børnum og starvsfeløgum.
  • Vísa og útinna tolsemi, virða og vísa umsorgan fyri tí einstaka barninum.
  • Vera jaligur,  sjálvstøðugur, ábyrgdarfullur og hava góðan málførleika.
  • Verða álítandi, nærverandi, nærlagdur og reiðiligur.
  • Duga at virka í góðum samstarvi við foreldur, starvsfelagar og leiðara.

 

Vit bjóða tær:

 

  • Eitt fjølborytt og  avbjóðandi starv og jaligar starvsfelagar, ið virða og rúma ymiskleika.
  • Eitt starv, har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið.
  • Tíð til námsfrøðiliga fyrireiking, sum tú sjálv/ur skipar.

 

Løn- og setanartreytir:

 

Setanarøkið er Viðareiðis kommuna. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi, og skal kunna virka innan alt dagliga virksemið hjá dagrøktini, sum fevnir um  børn í aldrinum 0-11ár.

Starvið verur lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgeravarafelagið.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi  6. sept. 2021 saman við møguligum prógvum og viðmælum. Meiri fæst at vita við at venda sær til Elina Mikkelsen, dagrøktarleiðara á

tel. 231084.

 

Umsóknin skal sendast sum teldubræv til:

marita@vidareidi.fo

 

19.08-2021

Hugsið um umhvørvið

Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar

Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.

Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

  • Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
  • Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
  • Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. 
  • Yvirlit yvir plássini og upplatingartíðirnar sæst her.
Fyribyrging av nátasjúku: 

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku.

 

21/7-2021

Ljósskipanin við tunnlarnar

Lurtar nakar eftir tí, sum brúkararnir av tunlunum og avvarðandi kommunur hava at siga? Hetta er ein sera viðkomandi spurningur, tí hóast nógv orka er løgd í at greiða frá teimum avbjóðingunum, sum borgarar í økinum norðanfyri hava, so kenna vit okkum als ikki hoyrd.

Hósdagin 15. juli varð ein ljósskipan sett upp við Tunlarnar norður um fjall. Mong undraðust, tí at eingin kunning var send okkum um hetta. Fríggjadagin 16. juli kom ein stutt kunning á heimasíðuna hjá Landsverki.

Nú kundi ein fingið tað fatan, at hetta er skipanin, sum kommunurnar hava biðið um. Soleiðis er ikki. Hendan ljósskipan er als ikki í samsvari við tað, sum vit hava tosað um, og sum vit á greiddi Landsverki frá á fundi fyrr í ár.

Núverandi skipan, har ein ljósregulering, sum vísir reytt í 14 min. og grønt í 2 min., ger, at bilar samlast í rúgvuvís uttan fyri tunnilin. Hetta førir við sær, at teir ikki klára at koma inn í tunnilin, áđrenn skipanin aftur skiftir til reytt ljós og bíðast má tí í 14 min afturat. Hetta elvir sjálvsagt til øsing hjá øllum bilførarum og borgarum norðafyri, serliga hjá teimum, sum nýta tunlarnar fleiri ferðir um dagin.

Fyri okkum at síggja eru einastu atlitini, sum skipanin tekur hædd fyri, at lastbilar og stór akfør skulu sleppa at koyra uttan at halda av. Eingi atlit eru tikin til borgararnar, sum búgva í Árnafirði, í Hvannasunds og Viðareiðis kommunum.

Ein annar viðkomandi spurningur er somuleiðis, um Landsverk hevur kunnað tilbúgvingina um nýggju skipanina, áðrenn hon bleiv sett í verk? Er trygdin gjøgnumhugsað við hesari broyting?

Nú er Landsverk farið í summarfrí – tað gevur okkum ta hugsan, at hesin arbeiðsháttur er valdur við beráddum huga. Vit krevja av Landsverki, at teir loysa trupulleikan her og nú ella sløkkja skipaninna, til ein nøktandi loysn er funnin.

---

Vegna

Hvannasunds kommuna             Viðareiðis kommuna                           Klaksvíkar kommuna

Katrin Næs                                  Marita Sumberg                                 Atli S. Justinussen

 

 

 

 

15.04.2021

Saman basa vit einsemi

Nærri kunning fæst her: https://redcross.fo/baseinsemi/

Reyði Krossur vil seta sjóneykuna á avbjóðingar av einsemi og sosialari avbyrging, ið ongantíð hevur verið meira viðkomandi enn eftir koronafarsóttin byrjaði at gera um seg.

Reyði Krossur skipar tí fyri átakinum ‘Saman basa vit einsemi’. Seks tiltøk verða kring landið har Suni Poulsen, sálarfrøðingur greiðir frá um einsemi og avbjóðingar við tí, Reyði Krossur fortelur um ‘Vitjanartænastuna’ til einsamallar borgarar og ‘Familjuvinir’ til tilflytarar, Dragana Popovic sigur frá hennara søgu um einsemi sum tilflytari, eins og stuttfilmur verður vístur og livandi tónleikur at hoyra.

Ókeypis atgongd er til tiltøkini og øll eru hjartaliga vælkomin.

Together, we overcome loneliness
The Faroe Islands Red Cross wants to set focus on challenges regarding loneliness and social isolation, which has never been as relevant as since the COVID-19 pandemic started.

The Red Cross therefore launches the campaign ‘Together, we overcome loneliness’. Six events will take place around the country where Suni Poulsen, psychologist speaks about loneliness and challenges thereof, the Red Cross talks about the ‘Visitor service’ for the lonely and ‘the Family Network’ for migrants, Dragana Popovic tells her story of migration and loneliness, as well as a short film will be shown and live music performed.

Free entrance for the events and all are welcome.

 

 

1. desember 2020

Umsókn um loyvi til nýggjársbál

Um tú ynskir at fáa loyvi til at brenna nýggjársbál, er neyðugt at senda umsókn til Klaksvíkar Sløkkilið á leinkjuni niðanfyri:
Umsókn

 

1. november 2020

Kommunuval 2020

Kunngjørt verður, at fráboðaða kommunustýrissvalið fer fram
týsdagin tann 10. november 2020. Samstundis er val til skúlastýrið.