Viðareiði – bygdin vakra norðast í Føroyum

Viðareiði er norðasta bygdin á Viðoynni, og norðasta bygdin í Føroyum. Vestanfyri  liggur Hvannasund, ið skilir oynna frá Borðoynni, og eystanfyri er Fugloyarfjørður. Norðanfyri reisir Villingardalsfjall seg stórbært, errið og 844 metrar høgt. Hetta er samstundis hægsta fjall í Norðoyggjum, og triðhægsta fjall okkara. Fert tú enn longri norður, stendur tú at enda á tromini við Enniberg, sum sigst at vera heimsins hægsta forberg við sínum 754 metrum. Hyggur tú vestureftir, hevur tú eitt frálíkt útsýni yvir fjallatopparnar á Borðoynni og Kunoynni. Snarar tú høvdið øvugtan veg og hyggur eystur í hav, sært tú Fugloynna og Svínoynna. Og hyggur tú at enda suðureftir, sært tú bert eittans fjallið – tað 751 metrar høga Malinsfjall.

Á Viðareiði búgva um 350 fólk, og hevur talið hildið sær støðugt í mong ár. Í 2016 var tunnilin til Viðareiðis tikin í nýtslu. Og nú, ið farið er undir tunlarnar Norður um Fjall, er ikki óhugsandi, at meira fólk fara at vilja búseta seg her í framtíðini.

Mangur útlendingur hoyrast siga, at Viðareiði er vakrasta bygd í Føroyum. Fólkið her í bygdini eru ikki ósamd við teimum!


 

Myndir

Myndir