Hvannasunds Havn
Hvannasunds og Viðareiðis kommunur eiga saman Hvannasunds Havn. Hetta samstarvið byrjaði í 2002 og hava kommunurnar síðani verið saman um havnaútbyggingar í Hvannasundi.
Skrivstovan hjá Hvannasunds havn hevur nú tlf. nr. 452070 og hevur opið mándagar frá kl. 10:00 - 14:00
Umsjónarmaðurin svarar tlf. 219700
Meira kunning um bátapláss og annað kann lesast HER
Hvannasunds havn
Fimleikarhøll
Útleigan av fimleikarahøllini á Viðareiði
- Høllin kann leigast fra kl 18:00 til og við kl 22:00 allar vanligar skúladagar. Skúlafrídagar kann høllin leigast við at venda sær til vaskifólkið ella bygdaráðið. Sunnu- og halgidagar verður høllin ikki útleigað.
- Høllin fæst vanliga til leigu við at venda sær til vaskifólkið.
- Leigan er ásett at vera 150 kr. fyri vaksin og 75 kr. fyri børn um tíman. Leigan skal gjaldast til vaskifólkið aðrenn lykil verður latin.
- Leigarin hevur ábyrgdina av, at høllin verður latin aftur í sama standi, sum hon var. Fløskur, pappír og annað órudd má ikki liggja eftir í høllini, umklæðisrúmi, goymslurúmi ella aðrastaðni.
- Í høllini er noktað at nýta uttanduraskógvar.
- Álagt verður øllum at handfara øll skúlans amboð og høli væl til trivnað og gleði fyri øll.
- Royking er strangliga bannað.
- Brot á hesar reglur gevur karantenu
Samtykt á bygdaráðsfundi 27. februar 2007
Lestrarhøli
Leiðreglur um lán av høli, til lesandi á førleikaveitandi útbúgvingum, í Viðareiðis skúla
Hesar leiðreglur skulu tryggja, at lesandi hava greiðar reglur fyri lán og brúk av lestrarhøli í skúlanum.
- Lán av høli er ætlað lesandi á førleikaveitandi útbúgvingum. (hægri lestur)
- Lestrarstovan er uppi á loftinum í nýggja partinum av skúlanum.
- Stovan kann nýtast eftir skúlatíð, í vikuskiftum ella í frítíðini.
- Tann, ið lænir stovuna, skal tryggja at tikið verður væl upp eftir brúk, og at væl verður farið um.
- Ikki er loyvt at roykja ella at njóta rúsdrekka inn í skúlanum.
- Verða ávísingarnar ikki fylgdar, tilskilar kommunan sær rætt til uttan ávaring at nokta lesandi framhaldandi atgongd til lestrarstovuna.
- Tað er ókeypis at læna høli í skúlanum.
Lykil til skúlan fæst við at venda sær til skúlaleiðaran.
Depositum á 500 kr. er lagt á lykilin, sum verður endurrindað við afturbering.
Spónhyljar
Kommunan er varug við, at børn hava frægd av at fara oman í Spónhyljarnar.
Hetta er at gleðast um, tí endamálið við Spónhyljum er, at hetta skal verða eitt savningarstað bæði hjá fuglum og menniskjum. Endamálið við ætlanini um Spónhyljar var upprunaliga at skapa eitt umhvørvi, har vøkstur, sum frá líður, nørist soleiðis, at fuglar koma at fjølgast í økinum.
Við hesum vakureika og lívi trívist menniskjan væl. Vit gleða okkum, til økið fer at fáa endaliga dámin av øllum tí arbeiði, sum gjørt er, og sum borgararnir hava staðið so væl saman um at fremja.
Tó er tað ikki vandaleyst at ferðast í økinum. Kyksendi er í pørtum av vøtnunum. Fráboðanir eru komnar um, at børn fara oman til Spónhyljar einsamøll. Kommunan vil tí við hesum heita á øll foreldur um at tosa við børnini um vandan, sum kann standast av, um onkur er áhaldsin og dettur útí – antin frost er ella ei.
Tí er tað av alstórum týdningi, at ongin fer einsamallur oman at vøtnunum, men at børn altíð eru í fylgi við øðrum
Barnavernd
Í januar 2012 varð gjørd avtala við Klaksvíkar kommunu um barnaverndarsamstarv.
Barnaverndartænastan er at hitta yrkadagar kl. 10.00 - 15.00 á tlf. 410000.
Uttanfyri hesar tíðir ber til at koma í samband við barnaverndarnevndina á tlf. 219181.
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum
Eldrarøkt
Umsitingin av heimatænastuni og eldrarøkt varð tann 1. januar 2015, við løgtingslóg nr. 20 frá apríl 2014, flutt frá landinum til kommunurnar at umsita .
Kommunurnar í Norðoyggjum hava skipað avtalu um javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt.
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, umsitir Heimatænastuna og eldraøkið í norðoyggjum.
Tænasturnar eru skipaðar eftir løgtingslóg nr. 19 frá apríl 2014 um Heimatænastu, eldrarøkt v.m
NBH veitir borgarum við tørvi eina samskipaða heildartænastu. Endamálið við tænastunum er at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivnað borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.
Heimasíðan hjá NBH
Ruskpláss
Reglugerð fyri ruskplássið:
Ruskplássið á Viðareiði er opið:
Mikukvøld 17.00 – 19.00
Leygardag 13.00 – 15.00
Ábyrgdarpersónur á ruskplássinum er: Atli Absalonsen
Ruskplássið er ætlað til húsarhaldsburturkast, sum ikki fæst í ruskposan.
Alt rusk, sum kemur á umhvørvisplássið, skal vera rætt skilt og hægst verða 1m langt
Rusk ma bert koyrast a ruskplassið, tað tað er opið
Virki, handlar og aðrar fyritøkur hava onga atgongd á umhvørvisplássunum. Her verður víst til IRF, tlf. 414243.
Heitt verður á fólk um at gera sítt til, at bingjuplássið er so ruddiligt og reint sum gjørligt.
Heimasíðan hjá IRF