Almennir fundir 2024
Hesar dagar er almennur fundur á kommunuskrivstovuni:
17. januar kl 16:00
14. februar kl 16:00
13. mars kl 16:00
10. apríl kl 16:00
22. mai kl 16:00
12. juni kl 16:00
14. august kl 16:00
11. septembur kl 16:00
09. oktobur kl. 16:00
6. novembur kl. 16:00 (Fíggjarætlan)
20. novembur kl. 16:00
11. desembur kl 16:00
Mál, ið skulu viðgerast á almennum fundi, skulu vera skrivstovuni í hendi seinasta lagi 8 dagar áðrenn fundin.
Reglugerð um stuðul frá Viðareiðis kommunu
Fyri viðgerð av umsóknum til kommununa um fíggjarligan stuðul frá feløgum og einstaklingum til mentan og ítrótt.
§ 1. Kommunan kann lata stuðul til umsøkjarar, sum hava heimstað ella bústað í kommununi, eftir innsendari umsókn við frágreiðing og grundgeving um evnið
Stk.1. Undantak kann gerast frá ásetingini í § 1., um stuðulin í høvuðsheitum verður brúktur í kommununi til endamál, sum koma borgarunum í kommununi til góða.
§ 2. Kommunan letur ikki stuðul til virksemi, sum vinnurekandi standa fyri og sum hevur fíggjarligan vinning fyri eyga.
§ 3. Kommunan letur stuðul til næmingaferðir:
Næmingar í Viðareiðis skúla fáa stuðul á kr 1.500
Næmingar, sum ganga í framhaldsdeild fáa stuðul á kr. 1000
Næmingar sum ganga á miðnámi fáa stuðul á kr. 500
Næmingar, sum velja at taka av øðrum tilboði enn 10. flokki, kunnu fáa ein part endurrindaðan
§ 4. Kommunan kann lata stuðul til mentan og ítrótt treyta av:
At tiltakið er viðkomandi og mennandi fyri borgararnar í kommununi
At tiltakið er alment
§ 5. Borgarstjórin hevur heimild til at avgreiða umsóknir um stuðul upp til kr. 5.000.00, um umsóknin ikki hevur tíð at bíða.
§ 6. Kommunan stuðlar við endurrindan av gjaldi upp til 1200 kr. fyri børn upp til 17 ár fyri limagjald til ítróttarvirksemi. Kvittan skal latast fyri inniverðandi árið.