Búmerkið hjá felagnum
Heim / Borgari / Børn og ung /
Dagrøktin Summardáin

Dagrøktin Summardáin.

Dagrøktin er opin frá kl. 07.15 til kl. 17.15 Tó kann barnið í mesta lagi verða 9 tímar um dagin. 

Kostnaðurin fyri fulla tíð í dagrøktini er 1750 kr um mánaðin og 875 kr um mánaðin fyri hálva tíð. Syskinaavslátturin er 20 % fyri næsta barnið og 3 barnið er ókeypis. Kostnaðurin fyri barn í SFA er 875 kr

Ùtgangstøðið í øllum virkseminum í dagrøktini er trivnaður, læring og menning, sum er fyri barnsins besta. Okkara heildarætlan er at stuðla einstaka barninum, so tað mennist við øllum teimum førleikum og møguleikum, sum tey hava.

Okkara námsfrøðiliga uppgáva er at skapa og tryggja eitt umhvørvi við umsorgan og tryggleika, sum hjálpir barninum at handfara dagligu avbjóðingarnar í mun til aldur og menning. Okkara dagliga virksemi byggir á áhugan hjá barninum og tí hevur tað alstóran týdning at hetta kennist hugaligt, trygt og læruríkt hjá barninum. Vit arbeiða tilvitað við týdninginum av viðurkennandi sambandi og týdningin av at vera partur av einum mennandi felagskapi

Í dagrøktini arbeiða vit miðvíst við ymiskum evnum og verkætlanum, og hevur tað týdning fyri okkum at barnið hevur tíð til djúphugsan og grundan. Tann lurtandi námsfrøðin er grundarsteinurin undir okkara evnum og verkætlanum saman við námsætlanum og stevnumiðunum. Spælistovan, saman við náttúrini, er fastur karmur fyri dagliga námsfrøðiliga virksemi okkara. 

 

Samband:                                                       

Dagrøktin, Kirkjugøta
Telefon: 451241 / 231088

Skúlafríðtíðaransingin, Heygavegur 7
Telefon: 231089

Leiðari

Elin Mikkelsen
Telefon 231084