Spælipláss.
Viðareiðis kommuna hevur gjørt eitt spælipláss, sum liggur við skúlan – mitt í bygdini. Her kunnu børn hugna sær í kirvinum, reiggjunum, trampolini, danditrænum ella skreiðibananum.
Borð og benkur eru á økinum, har foreldrini kunnu sita og práta og kanska njóta ein góðan kaffimunn og ein betri bita, sum tey hava tikið við heimaífrá.