Búmerkið hjá felagnum
Heim / Kommunan /
Reglugerð um stuðul

Reglugerð um stuðul.

Fyri viðgerð av umsóknum til kommununa um fíggjarligan stuðul frá feløgum og einstaklingum til mentan og ítrótt.

§ 1. Kommunan kann lata stuðul til umsøkjarar, sum hava heimstað ella bústað í kommununi, eftir innsendari umsókn við frágreiðing og grundgeving um evnið

Stk.1. Undantak kann gerast frá ásetingini í § 1., um stuðulin í høvuðsheitum verður brúktur í kommununi til endamál, sum koma borgarunum í kommununi til góða.

§ 2. Kommunan letur ikki stuðul til virksemi, sum vinnurekandi standa fyri og sum hevur fíggjarligan vinning fyri eyga.

§ 3. Kommunan letur stuðul til næmingaferðir:

Næmingar í Viðareiðis skúla fáa stuðul á kr 1.500 

Næmingar, sum ganga í framhaldsdeild fáa stuðul á kr. 1000 

Næmingar sum ganga á miðnámi fáa stuðul á kr. 500 

Næmingar, sum velja at taka av øðrum tilboði enn 10. flokki, kunnu fáa ein part endurrindaðan 

§ 4. Kommunan kann lata stuðul til mentan og ítrótt treyta av:

At tiltakið er viðkomandi og mennandi fyri borgararnar í kommununi

At tiltakið er alment

§ 5. Borgarstjórin hevur heimild til at avgreiða umsóknir um stuðul upp til kr. 5.000.00, um umsóknin ikki hevur tíð at bíða.

§ 6. Kommunan stuðlar við endurrindan av gjaldi upp til 1200 kr. fyri børn upp til 17 ár fyri limagjald til ítróttarvirksemi. Kvittan skal latast fyri inniverðandi árið.