Búmerkið hjá felagnum
Heim / Borgari / Børn og ung /
Skúlafrítíðaransingin SFA

Skúlafrítíðaransingin SFA

Skúlafrítiðaransingin er ein eind undir Sóljuspíranum.

SFA leggur lunnar undir ríkar møguleikar fyri skapunarevnini, kropp og rørslu. 

Okkara heildarfatan av børnunum í SFA er, at øll børn hava rætt til umsorgan, spæl og mentan. Grundarlagið í virksemi okkara í SFA er altíð til fyri barnsins besta, og arbeiða vit tí miðvíst við at stuðla einstaka barninum í at mennast við øllum teimum førleikum og møguleikum, sum tey hava.