Búmerkið hjá felagnum
Heim / Borgari / Mentan og frítíð /
Lestrarhøli

Lestrarhøli.

Leiðreglur um lán av høli, til lesandi á førleikaveitandi útbúgvingum, í Viðareiðis skúla:

Hesar leiðreglur skulu tryggja, at lesandi hava greiðar reglur fyri lán og brúk av lestrarhøli í skúlanum.

  • Lán av høli er ætlað lesandi á førleikaveitandi útbúgvingum. (hægri lestur)
  • Lestrarstovan er uppi á loftinum í nýggja partinum av skúlanum.
  • Stovan kann nýtast eftir skúlatíð, í vikuskiftum ella í frítíðini.
  • Tann, ið lænir stovuna, skal tryggja at tikið verður væl upp eftir brúk, og at væl verður farið um.
    Ikki er loyvt at roykja ella at njóta rúsdrekka inn í skúlanum.
  • Verða ávísingarnar ikki fylgdar, tilskilar kommunan sær rætt til uttan ávaring at nokta lesandi framhaldandi atgongd til lestrarstovuna.
  • Tað er ókeypis at læna høli í skúlanum.  

Lykil til skúlan fæst við at venda sær til skúlaleiðaran.
Depositum á 500 kr. er lagt á lykilin, sum verður endurrindað við afturbering.