26. nov. 2026
Sáttmáli undirskrivaður
Viðareiðis kommuna hevur undirskrivað sáttmála við TN Bygging um at seta gamla skúla í stand. Við hesum er eitt týdningarmikið stig tikið í arbeiðinum at varveita og dagføra gamla skúla. Endamálið er at geva bygninginum nýtt lív og tryggja, at hann eisini frameftir kann vera ein virkin partur av bygdini. Kommunan sær fram til eitt gott samstarv við TN bygging og at síggja gamla skúla fáa eina nýggja og vakra framtíð.