Búmerkið hjá felagnum
19. nov. 2026

Tænastugjøld á tóm býli í Viðareiðis kommunu

Viðareiðis kommuna samtykti einmælt á bygdarráðsfundi tann 09.06.2026 at áseta tænastugjald á tóm býli í Viðareiðis kommunu, galdandi frá 1. januar 2027. Ásetingin um tænastugjøld byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum heimild at krevja tænastugjald fyri býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum, men har kommununi kortini er álagt at veita grundleggjandi tænastur fyri: • Vatnveiting • Fráveiting av kloakk • Burturbeining av húsarhaldsburturkasti • Brunatilbúgving Lógin ásetur, at um ein kommuna velur at nýta hesa heimild, skal tænastugjaldið krevjast fyri øll tóm býli í kommununi, uttan mun til um eigarin sjálvur býr í kommununi ella ikki. Tænastugjaldið er sett í samsvari við lógina soleiðis, at tað: • hvílir í sær sjálvum • fevnir einans um veruligar útreiðslur • liggur undir ásettum hámarki fyri 2026, sum er kr. 7.945,- pr. býli . Umsitingin hjá Viðareiðis kommunu hevur gjørt eina nágreiniliga útrokning av rakstrarkostnaðinum fyri viðkomandi tænastur. Bygt á miðal rakstrartøl fyri árini 2021–2025, og sambært upplýsingum úr bygningsskránni, er miðal kostnaðurin roknaður til kr. 10.448,- pr. býli um árið. Hetta er hægri enn hámarkið. Tískil verður gjaldið sett til hámarkið á kr.7.945,00 árliga. Tænastugjaldið kom í gildi 1. januar 2027. Viðareiðis kommuna krevur inn tænastugjaldið hálvárliga t.v.s. í juni og í desember. Gjaldið verður tískil kr. 3972,50 hálvárliga.