Fíggjarætlan hjá Viðareiðis kommunu 2027 samtykt
Fíggjarætlan hjá Viðareiðis kommunu 2027 samtykt. Karmurin fyri fíggjarætlanina fyri 2027 hjá Viðareiðis kommunu varð lagdur fyri bygdarráðið 22. september. 1. viðgerð av fíggjarætlanini var 27. oktober 2026, har rakstur og íløgur hava verið viðgjørd. Raksturin tekur støði í undanfarna ári og við framrokning av nýtsluni í inniverandi ári og verða rakstrarútreiðslurnar ætlaðar til 17,227 mió. kr., sum er ein hækking á 6,4 % sammet við 2026. Í rakstrarútreiðslunum eru lønar- og príshækkingar íroknað. Postarnir rentustuðul og rentur eru mettir til 689.000 kr. Avdrátturin fyri 2027 verður 1,420 mió. kr. Skattainntøkurnar verða mettar til 29,126 mió. kr., sum gevur eitt rakstraravlop á 11,9 mió. kr. Rakstraravlopið verður m.a. nýtt til útbygging av kirkjugarðinum, byggibúning og umvæling av gamla skúla. Skattaprosentið fyri komandi fíggjarár 2027 verður ásett til 20,00 %, ið er 0,25 % lægri sammet við 2026 og barnafrádrátturin hækkar við kr. 500 og verður kr. 9.500. Lógargrundalag: Kommunulógin. Viðareiðis bygdarráð 16.11.2026 Karmurin fyri fíggjarætlanina fyri 2027 varð lagdur fram á bygdarráðsfundi 22. september. 1. viðgerð var 26.10.2026 (MS, HJK, BMA, KV og TS). Á bygdarráðsfundi 16.11.2026 var 2. viðgerð, og tá varð fíggjarætlanin endaliga samtykt. Barnafrádrátturin varð ásettur til kr. 9.500, meðan skattaprocenti lækkar við 0,25 % og verður 20,00 % (MS, HJK, TS, KV og IM).