Búmerkið hjá felagnum
06. jul. 2026

Løðistøð á Viðareiði

Infrakervið við almennum løðistøðum er nú víðkað norður til Viðareiðis. Tvær AC-løðistøðir eru settar upp á Viðareiði, so tað er klárt at løða. Til ber eisini at løða uttan at hava elbil appina. Á løðistøðunum er QR-kota, sum førir teg beinleiðis til eina gjaldssíðu, har tú kanst rinda við gjaldskorti, Apple Pay ella Google Pay.