Búmerkið hjá felagnum
26. jun. 2026

Ferðavinnuætlan fyri kommunurnar í Norðoyggjum

Ferðavinnuætlan fyri Viðareiðis kommunu til almenna hoyring

Ferðavinnuætlannin fyri Viðareiðis kommunu liggur til almenna hoyring frá 26. juni og 14 dagar fram. 

Tað er Landsstýrið, sum hevur álagt øllum kommunum at gera eina ferðavinnuætlan. Allar kommunurnar í Norðoyggjum, undantikið Fugloyar kommuna, hava valt at samstarva um ferðavinnuætlanir og hava givið Visit North ábyrgdina av at samskipa arbeiði og bera ferðavinnuætlanirnar á mál.

Ferðavinnuætlanin fyri Viðareiðis kommunu kann síggjast her

Viðmerkingar skulu sendast til info@klaksvik.fo Minst til at viðmerkja "Ferðavinnuætlan" í teldupostin.

Øll innkomin hoyringssvar verða viðgjørd, áðrenn ætlanin verður send Landstýrinum til góðkenningar.