Búmerkið hjá felagnum
10. jun. 2026

Broyting í byggisamtyktini fyri økið Uppi við Garð á Viðareiði.

Broyting í byggisamtyktini fyri Viðareiðis kommunu.

Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025 verður við hesum boðað frá, at bygdarráðið í Viðareiðis kommunu samtykti á fundi 14. apríl 2026 uppskot um at leggja út nýtt sethúsaøki A1.2 omanfyri býlingin Uppi við Garð.

Økið verður tikið burturav F - Landbúnaður og lagt afturat nýggjum A1.2 sethúsaøkið. Broytingin umfatar matr. nr. 157, 158, 177, 182, 183 og 184 og er áleið 11700 m2.

A.1.2 økið Uppi við Garð.

1. Loyvt er einans at byggja sethús við upp til 2 íbúðum og, eftir serloyvi frá byggivaldinum, tvíhús, rað- og ketuhús o.t. til eitt húski. Í sambandi við búðstaðirnar skal tó bera til at innrætta høli til handlar, onnur vinnuendamál og stovnar, treytað av, at hesi virki ikki eru til ampa ella lýta dámin á økinum sum sethúsabýlingi. 2. Grundstykkini skulu vera í minsta lagi 500 kvm. til støddar. Tá ið byggingin verður framd eftir byggiskipan, ið kommunustýrið hevur góðkent og tryggjað, ella eftir serstakari byggisamtykt, kann kommunustýrið loyva, at grundstykkini eru minni enn 500 kvm., tó í minsta lagi 400 kvm. fyri sethús (einhúskishús) og 300 kvm. fyri hvønn partin av einum tvíhúsum, ketu- ella raðhúsum. Ein partur av tí ásettu minstuvíddini kann verða lagdur burturav sum felags tilhalds- og bilstøðlaøki. 3. Nettonýtingarstigið má ikki fara um 0,35 fyri einhúskishús og 0,4 fyri tvíhús, ketu- ella raðhús. Nettonýtingarstigið fyri bygging á verandi eldri grundstykkjum, ið eru minni enn ásett í grein 2, verður útroknað samsvarandi grein 27. 4. Hús kunnu verða bygd í trimum hæddum við nýttum lofti og mugu ikki vera hægri enn 7,5 m. til yvirgrind og 10,0 m. til mønuna mált frá miðaljørðildi (miðal við húsahornini). Kjallaraloftið má ikki vera meira enn 1,0 m. oman fyri hægsta jørðildi við húsahorn. Er hæddarmunurin á lendinum, roknað sum munurin millum hægsta og lægsta jørðildi, minni enn 1,5 m., er tó loyvt at leggja kjallaraloftið upp til 2,5 m. oman fyri lægsta jørðildi við húsahorn. Bert ein kjallari má vera og tað skal verða møguleiki fyri parkeringskjallara. Har bygging er framvið vegi, kunnu vegamyndugleikarnir áseta hæddina á kjallaraloftinum í mun til veghæddina. 5. Hóast ásetingarnar í 2. 3. og 4. petti kann verða loyvt at umvæla verandi sethús og byggja afturat teimum t.d. dur, baðirúm, fýrrum/tøknirúm o.t., so tey eru hóskilig til nútímans nýtslu sum sethús.

Tilfar, sum lýsir uppskotið í almennu byggisamtyktini fyri Viðareiðis kommunu, liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 10. juni – 08. juli 2026 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.vidareidi.fo.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera Viðareiðis kommunu í hendi í seinasta lagi 29. juli 2026.

Kæruvegleiðing: Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum og vísandi til almennu lýsingina, dagf. 08. juni 2026, um stovnan av A.1.2 í almennu byggisamtyktini fyri Viðareiðis kommunu, skulu møgulig mótmæli ella broytingaruppskot vera kommununi í hendi í seinasta lagi 27. juli 2026. Vísandi til § 6, stk. 2 í somu lóg, verða innkomin mótmæli ella broytingaruppskot, sum bygdarráðið ikki tekur við, send inn saman við uppskotinum, tá hetta verður sent landsstýrisfólkinum til góðkenningar.

09. juni 2026 Bygdarráðið á Viðareiði