Ung í arbeiði 2020

 

Viðareiðis kommuna fer aftur at skipa fyri

Ung í arbeiði í summar.

Arbeiðið er ætlað ungum viðingum, sum eru fødd í 2006 ella fyrr. Lutfalsliga fá ung eru frá 7. til 10. flokk, og tí hevur kommunan valt ikki at hava nakað aldursmark uppeftir í ár.

Arbeitt verður í tíðarskeiðinum 29.06-10.07.

Um tú vilt luttaka, skalt tú melda teg til við at senda ein teldupost til info@vidareidi.fo og upplýsa navn, (adressu, p-tal og kontonummar, um tú ikki hevur luttikið í Ung í arbeiði áður.)