Tunlarnir Norður um Fjall

Broyting í kunngerð:

Nú arbeiði gekk betur enn væntað í Kunoyartunnlinum, so hava vit umraðfest arbeiði soleiðis, at teir fara inn í Viðareiðstunnulin í kvøld og so ikki í komandi viku. Tó fara teir inn í tunnlarnar norð um fjall sum ætla sunnukvøldið.

Kunngerðin er at finna á heimasíðuni hjá LV og verður lýst í KVF í dag.

Viðareiðstunnilin verður stongdur í kvøld/hóskvøldið frá klokkan 22 til 06.

Bilar sleppa ígjøgnum á midnátt, klokkan 2. og 4. Tó kunnu akfør í neyðsynjarørindum altíð sleppa ígjøgnum tunnilin.

Áður lýst:

Árnafjarðartunnilin verður stongdur 1. og 2. desember um kvøldarnar frá klokkan 22 til 06. Hvannasundstunnilin verður stongdur 3. og 4. desember um kvøldið frá klokkan 22 til 06. Bilar sleppa ígjøgnum á midnátt, klokkan 2. og 4. Tó kunnu akfør í neyðsynjarørindum altíð sleppa ígjøgnum tunnilin.

Viðareiðstunnulin

Viðareiðstunnilin verður stongdur hóskvøldið 5. desember frá klokkan 22 til 06. Bilar sleppa ígjøgnum á midnátt, klokkan 2. og 4. Tó kunnu akfør í neyðsynjarørindum altíð sleppa ígjøgnum tunnilin.