Spónhyljarnir

Kommunan er varug við, at børn hava frægd av at fara oman í Spónhyljarnar.

Hetta er at gleðast um, tí endamálið við Spónhyljum er, at hetta skal verða eitt savningarstað bæði hjá fuglum og menniskjum. Endamálið við ætlanini um Spónhyljar var upprunaliga at skapa eitt umhvørvi, har vøkstur, sum frá líður, nørist soleiðis, at fuglar koma at fjølgast í økinum.

Við hesum vakureika og lívi trívist menniskjan væl. Vit gleða okkum, til økið fer at fáa endaliga dámin av øllum tí arbeiði, sum gjørt er, og sum borgararnir hava staðið so væl saman um at fremja.

Tó er tað ikki vandaleyst at ferðast í økinum. Kyksendi er í pørtum av vøtnunum.

Fráboðanir eru komnar um, at børn fara oman til Spónhyljar einsamøll.

Kommunan vil tí við hesum heita á øll foreldur um at tosa við børnini um vandan, sum kann standast av, um onkur er áhaldsin og dettur útí – antin frost er ella ei.

Tí er tað av alstórum týdningi, at ongin fer einsamallur oman at vøtnunum, men at børn altíð eru í fylgi við øðrum