Søkt verður eftir dagrøktara til Viðareiðis kommunu

Dagrøktari til Viðareiðis kommunu

Søkt verður eftir einum dagrøktara fyri dagrøktara í farloyvi at arbeiða fulla tíð. Farloyvistarvið er at byrja 1. des. 2020. Starvstíðin er fram til 1. mai. 2022

Tann, ið sett/settur verður, skal :

  • Hava góðar umstøður at hava børn, bæði inni og úti.

  • Duga, við støði í námsfrøðiligu námsætlanum og stevnumiðunum, at arbeiða við ymiskum evnum í teimum ymisku aldursbólkunum.

  • Duga at vísa og útinna  tolsemi, virða og vísa umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.

  • Vera jaligur, sjálvstøðugur, ábyrgdarfullur og hava góðan munnligan og skrivligan málførleika.

  • Duga at virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og leiðara.
  • Hava hug og áræði til at skapa og íverkseta ein mennandi, tryggan, stuttligan og, til tíðir, øðrvísi gerandisdag saman við børnum og starvsfeløgum í teimum ymisku tiltøkunum ið verða fyriskipað.
  • Vera álítandi, nærverandi, nærlagdur og reiðiligur.

 Vit bjóða tær:

  • Eitt spennandi og avbjóðandi starv og jaligir starvsfelagar, ið virða og rúma ymiskleika.
  • Eitt lívsjáttandi starv, har øll eru við til at leggja dagin til rættis.
  • Eitt mennandi námsfrøðiligt umhvørvi fyri bæði børn og vaksin.
  • Námsfrøðiliga fyrireiking.

Løn- og setanartreytir:

Setanarøkið er Viðareiðis kommuna. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Tann, ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi og skal kunna virka innan alt dagliga virksemið hjá dagrøktini.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20 . nov. 2020 kl. 12.00, saman við møguligum prógvum og viðmælum. Meiri fæst at vita við at venda sær til leiðaran, Dianu Borgnýardóttir á tel. 231084.

Umsóknin skal sendast sum teldubræv til: vid.dagroktin@kallnet.fo