Søgan/søgnin um Viðareiði

Viðareiði er nevnd í hundabrævinum sum hildið verður er skrivað um ár 1350 – 1400, men bygdin kann vera eldri.

Tað er gomul søgn, at fyrsti bústaður á Viðareiði man hava verið Uppi við Garð, á leið har, sum Innistovuhúsini standa í dag; kanska eitt sindur niðari/eystari.  Enn tann dag í dag verður hetta tún kallað á Grundini.

Bústaðin her, kunnu vit kanska seta til at vera í víkingaøldina ár 800 til 1050 ca.

Her hevur helst verið ein Garður; ikki ein grótgarður men ein bústaður líknandi einum bóndagarði - herav navnið “Garður”. Í hesum sambandi er vert at nevna, at býlinganavnið Uppi við Garð, sum vit kalla tað nú, hevur als einki við teir nógvu grótgarðarnir, ið eru har uppi í dag, at gera. Men navnið stavar harafturímóti frá áðurnevnda Garði, ella bústaði. Sambært Chr. Matras er okkurt, sum talar fyri, at hettar hevur verið ein Garður (bústaður), ið hevur verið lítið ella als einki ásýniligur frá sjónum. Kanska við einum verjugarði niðanfyri bústaðin. Tí, vit hava 3 Lað, nevniliga Mið-, Uppi-, og Úti á Laðnum.  Hava hettar verið inn/útgongdir frá Garðinum (bústaðnum). Slíkt er ikki óhugsandi tá við hyggja nærri hvat Chr. Matras leggur í týðingina av orðinum Lað.

Samanumtikið hevur hesin búreisingur vilja verið dulnevndur, helst av góðum grundum, kundi verið flýddur úr Noreg ella Íslandi? Tað er ikki óhugsandi.

Omanfyri nevnda byggir bert á sagnir. Einasta vit hava at styðja okkum til er orðið “Lað” og  “Garður”. Allastaðni í Føroyum, har orðið “Garður” kemur fyri,  er hettar tann elsti bústaðurin, menn vita um, á staðnum  og verður oftast settur í samband við víkingaøldina.  

Tað er líkt til, at hesin búðstaður uppi við Garð er niðurlagdir, áðrenn menn av álvara settu búgv á Viðareiði og eftir stóð bert grundin. Meðan staðarnavnið á Grundini  bleiv varðveitt  og er vælkent av eldra ættarliðinum í bygdini.






Samband

Viðareiðis kommuna
Eggjarvegur 4 
750 Viðareiði 
Tlf: 45 10 83 Fax: 45 10 94
T-post: info@vidareidi.fo
Leinkji til stuttfilm um Viðareiði:
https://www.youtube.com/watch?v=BFcfM6ZZ1sY&list=PLA32CF313B64AD8B2