Ruddingardagur 2020

Ætlanin er, at árligi ruddingardagurin á Viðareiði verður
týskvøldið 19. mai frá kl. 17:00 til 21:00

Vit møtast við skúlan, har vit bjóða okkurt til matna kl. 17:00-17:30.
Farið verður síðani at rudda í allari bygdini.
Handskar og sekkir verða at fáa við skúlan.
Býtið tykkum upp í smáar bólkar, so at øll bygdin verður ruddað.
Alt órudd verður savnað í sekkir/rúgvur fram við vegunum,so bilur kann koma at heinta hetta.

Óruddið má býtast upp í tað, sum brennir og tað, sum ikki brennir.

Hendan løtan er ikki ætlað til at rudda á egnum øki,úr egnum bilhúsi, kjallara, hjalli og øðrum.

Eftir, at liðugt er at rudda – um 21:00 tíðina verður farið aftur til  skúlan til ein kaffimunn.

Ætlanin er, at tey, sum luttaka í ruddingini, kunnu fáa ein plantupakka.

Vónandi verður undirtøkan góð,  so vit kunnu njóta okkara vøkru náttúru.

N.B. Um ikki viðrar, verður ruddingardagurin fluttur –  fylgið við á Viðingum.

Vit heita á øll um at halda tilmælini frá myndugleikunum í samband við hondreinføri og  frástøðu.


Vinarliga

Viðareiðis kommuna