Ruddingardagur 16.05.2018

 

Ætlanin er, at árligi ruddingardagurin á Viðareiði verður

mikukvøldið 16. mai frá kl. 17:00 til 21:00

 

Vit møtast í skúlanum, har vit bjóða okkurt til matna kl. 17:00.

Farið verður síðani at rudda í allari bygdini. Handskar og sekkir

verða at fáa í skúlanum.

Býtið tykkum upp í smáar bólkar, so at øll bygdin verður ruddað.

Alt órudd verður savnað í sekkir/rúgvur fram við vegunum,

so bilur kann koma at heinta hetta.

Óruddið má býtast upp í tað, sum brennir og tað, sum ikki brennir.

Hendan løtan er ikki ætlað til at rudda á egnum øki,

úr egnum bilhúsi, kjallara, hjalli og øðrum.

Eftir, at liðugt er at rudda – um 21:00 tíðina verður farið

aftur í skúlan til ein kaffimunn.

Ætlanin er, at tey, sum luttaka í ruddingini, kunnu fáa ein plantupakka.

Vónandi verður undirtøkan góð,  so vit kunnu njóta okkara vøkru náttúru.

N.B. Um ikki viðrar, verður ruddingardagurin fluttur –  fylgið við á Viðingum.

 

Vinarliga

Viðareiðis kommuna