Ynskir tú at seta búgv á Viðareiði?

Eru tøk grundstykki?

-Á heimasíðuni eru tvey tøk grundstykki.

Er møguligt at fáa annað grundstykki enn tey, sum liggja á á heimasíðuni?

-Ja, tað er væl møguligt at keypa grundstykki, um tað liggur innanfyri tað bláa økið á tekningini fyri byggisamtyktina, øki A1, sethúsaøki.

Hvussu geri eg?

-Á Viðareiði er størsti parturin av jørðini landsjørð.

Har, sum hon er innanfyri byggisamtyktina, kann kommunan ogna sær hesa jørðina til byggilendi, sum so verður selt víðari til áhugað sum grundstykki.

Hvat kostar eitt grundstykki á Viðareiði?

-Jørðin kostar 69 kr. fyri fermeturin. Harafturat kemur eitt gjald fyri avloysing av vetrarbiti umframt tinglýsingargjald . Tilsamans er fermeturprísurin áleið 90 kr.

Hvussu langa tíð tekur tað at fáa til vega eitt grundstykki?

-Tað kann taka nakað av tíð  frá tí, at kommunan hevur sent umsókn um keyp av lendi til Búnaðarstovuna. Búnaðarstovan sendir síðani skjølini víðari til Umhvørvisstovuna. Hesa viðgerðartíð hevur kommunan lítla ávirkan á. Tí er best at senda umsókn um grundstykki til kommununa í góðari tíð, so at klárt er at fara undir bygging, tá tit eru klár til tess.

Kom inn á gólvið og sig okkum, hvat tit ynskja :-)