Vøkstur í skattainntøkuni hjá Viðareiðis kommunu

 Skattainntøkan hjá Viðareiðis kommunu er vaksin úr 1.279.807 kr. fyri mánaðirnar januar og februar í fjør til 1.483.196kr. fyri somu mánaðir í ár. Hetta er ein vøkstur uppá sløk 16% higartil í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Sami vøkstur sást í fjør í mun til árið fyri, men tá var orsøkin ein hækking í skattapeosentinum frá 21,2 % í 2012 til 22,5 í 2013. Nú er orsøkin til vøksturin økt virksemi, tí skattaprosentið er tað sama sum í fjør.





Samband

Viðareiðis kommuna
Eggjarvegur 4 
750 Viðareiði 
Tlf: 45 10 83 Fax: 45 10 94
T-post: info@vidareidi.fo
Leinkji til stuttfilm um Viðareiði:
https://www.youtube.com/watch?v=BFcfM6ZZ1sY&list=PLA32CF313B64AD8B2