Vegleiðing um hundar og húsdjór, ið ganga leys

Í hundalógini (LL. nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar) er ásett, at ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt o.t. sum eru opin fyri vanligari ferðslu uttan so, at hann er havdur í bandi ella við fólki, sum hevur fult ræði á honum.

Hundur kann ikki sigast at hava leiðara, bert tí hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaðið.

Gongur hundur leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum, kann løgreglan taka hann upp.

Løgreglan boðar eigaranum av hundinum frá, at hundurin er upptikin.

Bý- ella bygdarráðið kann eftir samráðing við løgregluna seta eitt ella fleiri fólk, sum hava heimild at taka upp hundar. Viðkomandi kann vera í felag um fleiri kommunur.

Bý- ella bygdarráðið útvegar løgregluni hóskandi hølir ókeypis til upptiknar hundar og hevur skyldu at syrgja fyri, at hundarnir verða nóg væl røktir ta tíðina, teir eru í varðveistlu hjá kommununi. Fleiri kommunur kunnu vera í felag um hølini.

Eisini er í hundalógini ásett, at um hundur ger granna ónáðir, tí hann goyr ella hvínur og gevst ikki, kann kærast um hetta til løgregluna. Løgreglan kann geva honum sum hevur hundin boð um at hava hundin innilæstan. Um hetta ikki hjálpur ella um hundurin longu er innilæstur, kann løgreglan geva boð um, at beinast skal fyri hundinum.

Løgreglan kann taka upp húsdjór, ið ganga leys, eisini seyður og ross verða upptikin.

Fráboðanir um, at húsdjór ganga leys, skulu gevast løgregluni.

Eigarin av djórinum kann frá hetta útflýggjað ímóti at rinda tær útreiðslur, ið hava verið av, at dýrini eru upptikin. Lýst verður á svørtutalvu, um løgreglan hevur tikið djór.

Víst verður annars til :http://www.fkf.fo/myfiles/files/Kunningartilfar/VegleidingHusdjorAmpi.pdf





Samband

Viðareiðis kommuna
Eggjarvegur 4 
750 Viðareiði 
Tlf: 45 10 83 Fax: 45 10 94
T-post: info@vidareidi.fo
Leinkji til stuttfilm um Viðareiði:
https://www.youtube.com/watch?v=BFcfM6ZZ1sY&list=PLA32CF313B64AD8B2