Vegleiðandi fólkaatkvøða um kommunusamanlegging

 

 

 

 

 KUNNGERÐ

 

 

 

Fólkaatkvøða um kommunusamanlegging

 

Kunngjørt verður, at fráboðaða vegleiðandi fólkaatkvøða um kommunusamanlegging verður hósdagin 3. mai

 

í Viðareiðis skúla

 

Atkvøðutíðin verður frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

 

 

BRÆVATKVØÐUR

Veljarar í Viðareiðis kommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 1. mai 2012.

 

Tey, ið vegna sjúku, ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 451083 ella 231083 í seinasta lagi 2. mai kl. 16.00

 

Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi innan valið byrjar kl. 10.00

 

VALKORT

Valkort skulu nýtast til fólkatkvøðugreiðsluna. Hesi verða send út við postinum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella sum fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt, men annars til og við valdagin.

 

Mint verður á, at tygum eiga at hava valkortið við til fólkaatkvøðugreiðsluna.

 

 

 

Viðareiði 26.04.2012

 

 

 

Viðareiðis kommuna

Eggjavegur 4

750  Viðareiði

 

 

 

 

 

 

 

 





Samband

Viðareiðis kommuna
Eggjarvegur 4 
750 Viðareiði 
Tlf: 45 10 83 Fax: 45 10 94
T-post: info@vidareidi.fo
Leinkji til stuttfilm um Viðareiði:
https://www.youtube.com/watch?v=BFcfM6ZZ1sY&list=PLA32CF313B64AD8B2