Tíðindaskriv

 

Viðareiðis kommuna hevur samtykt annað árið á rað bæði at lækka skattin við einum hálvum prosenti og at hækka barnafrádráttin við 1000 krónum. Kommunuskatturin fyri borgararnar á Viðareiði fyri 2016 verður sostatt 21,5%, og barnafrádrátturin fyri hvørt barnið verður 6.500 krónur.

Eisini varð samtykt at broyta gjaldið til dagrøktina soleiðis, at tað bert skal gjaldast fullan prís fyri fyrsta barnið. Fult gjald er 1750 krónur um mánaðin. Hava foreldur tvey børn ella fleiri í barnaansingini, skulu gjaldast 1400 krónur fyri at ansa annað barnið og einki fyri triðja og hini.

Metingar fyri næsta ár eru, at viðingar fara at gjalda kommununi umleið 10.5 milliónir krónur í kommunuskatti. Hetta er umleið ein millión meiri enn fyri 2015.

Virksemið í kommununi í sambandi við gerð av Viðareiðistunlinum hevur verið stórt. Tað fer eisini at seta sín dám á bygdarmyndina komandi ár. Vegurin inn í Dalar er breiðkaður úr tunnilsmunnanum og  heim í Krók. Eisini er Eiðsvíksvegur breiðkaður frá Grømma og eystur í Krók. Henda vegagerð verður gjørd liðug komandi ár. Verkætlanin um lundina við Spónhyl er komin væl áleiðis.

Tá ið Viðareiðistunnilin er latin upp fyri ferðslu, yvirtekur Landsverk Dalavegin, meðan kommunan yvirtekur allan landsveg inni í bygdini.

Ung sleppa aftur til arbeiðis næsta summar. Seinastu árini hava ung í arbeiði snøggað gøtur og gamlar bygdavegir. Hetta fara tey eisini at gera í 2016.

354 fólk búgva á Viðareiði. Miðalaldurin er millum teir lægstu í landinum. 111 fólk eru undir 18 ár; 203 eru ímillum 18 og 67, og 40 fólk eru eldri enn 67 ár.