Starvslýsing: Dagrøktari til Viðareiðis kommunu

  •  

    Søkt verður eftir einum dagrøktara fyri dagrøktara í barnsburðafarloyvi, at arbeiða fulla tíð. Farloyvistarvið er at byrja 15. nov. 2019. Starvstíðin er fram til 2. nov. 2020.

    Tann ið sett/settur verður skal:

    • Hava góðar umstøður at hava børn, bæði inni og úti.

    • Duga, við støði í námsfrøðiligu námsætlanunum og stevnumiðunum, at arbeiða við ymiskum evnum í teimum ymisku aldursbólkunum.
    • Duga at vísa og útinna  tolsemi, virða og vísa umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfelagum.
    • Vera jaligur, sjálvstøðugur, ábyrgdfullur og hava góðan munnligan og skrivligan málførleika.
    • Duga at virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og leiðara.
    • Hava hug og árræði at skapa og íverkseta ein mennandi, tryggan og stuttligan og til tíðir øðrvísi gerandisdag saman við børnum og starvsfelagum í teimum ymisku tiltøkunum, ið verða fyriskipað.
    • Vera álítandi, nærverandi, nærlagdur og reiðiligur.

     

    Vit bjóða tær:

    • Eitt avbjóðandi starv og jaligar starvsfelagar, ið virða og rúma ymiskleika.
    • Eitt lívsjáttandi starv, har øll eru við til at leggja dagin til rættis.
    • Eitt mennandi námsfrøðiligt umhvørvi fyri bæði børn og vaksin.
    • Námsfrøðiliga fyrireiking.

    Løn- og setanartreytir:
    Setanarøkið er Viðareiðis Kommuna. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

    Tann ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi og skal kunna virka innan alt dagliga virksemið hjá dagrøktini.

    Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 6. nov. 2019 kl. 12.00, saman við møguligum prógvum og viðmælum. Meiri fæst at vita við at venda sær til leiðaran, Dianu Borgnáyrdóttir á tel. 231084.

     

    Umsóknin skal sendast sum bræv til:

    Dagrøktin á Viðareiði

    Eggjarvegur 4

     750 Viðareiði

    ella sum teldubræv til:

    vid.dagroktin@kallnet.fo