Spennandi uttandurakonsert við Halli Joensen á Viðareiði

 Í kvøld, hóskvøldið, 23. apríl, umleið kl. 20:30 verður eitt spennandi tiltak á Helluni á Viðareiði.

Hallur Joensen kemur at hava eina konsert niðri á Helluni.

Møguliga verður eitt sindur yvirskýggjað, um vit lurta eftir veðurmonnunum, men vónandi verður veðrið ikki til hindurs fyri eini góðari konsert við nógvum glaðum áhoyrarum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Minnist til at halda fjarstøðu!


VIÐAREIÐIS KOMMUNA