Søkt verður eftir dagrøktara til Viðareiðis kommunu
Dagrøktari til Viðareiðis kommunu
Søkt
verður eftir einum dagrøktara fyri dagrøktara í farloyvi at arbeiða fulla tíð.
Farloyvistarvið er at byrja 1. des. 2020. Starvstíðin er fram til 1. mai. 2022
Tann, ið sett/settur verður, skal :
Hava góðar umstøður at hava børn, bæði inni og úti.
Duga, við støði í námsfrøðiligu námsætlanum og stevnumiðunum, at arbeiða við ymiskum evnum í teimum ymisku aldursbólkunum.
Duga at vísa og útinna tolsemi, virða og vísa umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
Vera jaligur, sjálvstøðugur, ábyrgdarfullur og hava góðan munnligan og skrivligan málførleika.
- Duga at virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og leiðara.
- Hava hug og áræði til at skapa og íverkseta ein mennandi, tryggan, stuttligan og, til tíðir, øðrvísi gerandisdag saman við børnum og starvsfeløgum í teimum ymisku tiltøkunum ið verða fyriskipað.
- Vera álítandi, nærverandi, nærlagdur og reiðiligur.
Vit bjóða tær:
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv og jaligir starvsfelagar, ið virða og rúma ymiskleika.
- Eitt lívsjáttandi starv, har øll eru við til at leggja dagin til rættis.
- Eitt mennandi námsfrøðiligt umhvørvi fyri bæði børn og vaksin.
- Námsfrøðiliga fyrireiking.
Løn- og setanartreytir:
Setanarøkið er Viðareiðis kommuna. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Tann, ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi og skal kunna virka innan alt dagliga virksemið hjá dagrøktini.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20 . nov. 2020 kl. 12.00, saman við møguligum prógvum og viðmælum. Meiri fæst at vita við at venda sær til leiðaran, Dianu Borgnýardóttir á tel. 231084.
Umsóknin skal sendast sum teldubræv til: vid.dagroktin@kallnet.fo