Sms-skipan

 Viðareiðis kommuna hevur stovnað eina sms-skipan, sum er ætlað at geva skjót boð til borgarar í Viðareiðis kommunu, tá okkurt serligt er, so sum um vatnið er dálkað ella annað.

Um tú ynskir at koma á listan yvir tey, sum móttaka hesi sms, skalt tú senda ein teldupost við navni, eftirnavni og telefonnummari til info@vidareidi.fo .

Viðareiðis kommuna