Skrivari til kommununa

Viðareiðis Kommuna søkir eftir skrivara at arbeiða ¾ tí, at byrja 1.februar.

Arbeiðsuppgávur:

  • Ábyrgd av skrivstovuni.
  • Fyrireiking og luttøku á kommunustýrisfundum og øðrum fundum
  • Ábyrgd av journalskipan og fólkayvirlitinum
  • Ábyrgd av bókhaldi og roknskapar uppseting
  • Samskifti við starvsfólk hjá kommununi
  • Fyrireika tilfar at leggja á heimasíðu kommunurnar
  • Málsviðgerð
  • Annað fyrisitingarligt arbeiði

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt gott og sjálvstøðugt arbeiðspláss, har tú hevur ávirkan
  • Tætt samstarv við stovnar í kommununi

Vit sóknast eftir einum skrivara, sum:

  • hevur bókhalds førleika ella skrivstovuútbúgving
  • hevur góð samstarvs- og samskiftis evnir
  • hevur teldu førleika
  • dugir væl at orða seg í skrift og talu á føroyskum

Setanarviðurskifti:

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært avtalu ella sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknarfreistin er 13. januar 2014.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til borgarstjóran á telefon 231081 ella

Viðareiðis kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka.

Skrivlig umsókn saman við prógvum, CV og viðmælum skal sendast til: info@vidareidi.fo


Eggjarvegur 4

750 Viðareiði

info@vidareidi.fo





Samband

Viðareiðis kommuna
Eggjarvegur 4 
750 Viðareiði 
Tlf: 45 10 83 Fax: 45 10 94
T-post: info@vidareidi.fo
Leinkji til stuttfilm um Viðareiði:
https://www.youtube.com/watch?v=BFcfM6ZZ1sY&list=PLA32CF313B64AD8B2