Ruddingardagur á Viðareiði 27.05.2014

                                               Ruddingardagur verður á Viðareiði 

týskvøldið 27. mai frá kl. 17:00 til 21:00

Vit møtast í skúlanum, har vit bjóða høsnarunga og chips kl. 17:00

Farið verður síðani at rudda í allari bygdini. Handskar og sekkir verða at fáa í skúlanum.

Býtið tykkum upp í smáar bólkar, so at øll bygdin verður ruddað.

Alt órudd verður savnað í sekkir/rúgvur fram við vegunum, so IRF-bilur kann koma at heinta hetta.

Óruddið má býtast upp í tað, sum brennir og tað, sum ikki brennir.

Eftir, at liðugt er at rudda – um 21:00 tíðina verður farið aftur í skúlan til ein kaffimunn,  har eisini ein plantupakki verður útflýggjður til hvørt húski, sum hevur luttikið í ruddingini.

Vónandi verður undirtøkan góð,  so vit kunnu njóta okkara vøkru náttúru.

 

Vinarliga

Viðareiðis kommuna

 





Samband

Viðareiðis kommuna
Eggjarvegur 4 
750 Viðareiði 
Tlf: 45 10 83 Fax: 45 10 94
T-post: info@vidareidi.fo
Leinkji til stuttfilm um Viðareiði:
https://www.youtube.com/watch?v=BFcfM6ZZ1sY&list=PLA32CF313B64AD8B2