Ruddingardagur 17. mai kl. 17:00-21:00

 

Vit møtast í skúlanum, har vit bjóða okkurt til matna kl. 17:00.

Farið verður síðani at rudda í allari bygdini. Handskar og sekkir verða at fáa í skúlanum.

Býtið tykkum upp í smáar bólkar, so at øll bygdin verður ruddað.

Alt órudd verður savnað í sekkir/rúgvur fram við vegunum, so bilur kann koma at heinta hetta.

Óruddið má býtast upp í tað, sum brennir og tað, sum ikki brennir.

Eftir, at liðugt er at rudda – um 21:00 tíðina verður farið aftur í skúlan til ein kaffimunn.

Vónandi verður undirtøkan góð,  so vit kunnu njóta okkara vøkru náttúru.

 

Vinarliga

Viðareiðis kommuna