Rættleiðing: Viðvíkjandi valrætti hjá føroyingum, sum lesa uttanlands í sambandi við løgtingsvalið 31. august 2019

Seinasta freist hjá kommununum at taka avgerð um upptøku á vallista av føroyingum, sum lesa uttanlands, er leygardagin 10. august 2019. Heitt verður á allar føroyingar, sum lesa uttanlands, og sum ætla sær at útinna sín valrætt, um at bera so í bandi at søkja um upptøku á vallista skjótast gjørligt.

Til tey, sum flyta av landinum

Í hesum døgum eru eisini nógv, sum flyta av landinum í lestrarørindum. § 8, stk. 2 í løgtingsvallógini ásetur, at striking av vallista ella upptøka á vallista kann tó ikki fara fram minni enn 14 dagar áðrenn valið. Hetta hevur við sær, at teir persónar, sum flyta av landinum í útbúgvingarørindum í tíðarskeiðinum frá 17. august til 31. august 2019, ikki verða strikaðir á vallistanum og skulu tískil greiða atkvøðu sum um teir eru búsitandi í Føroyum.

Um fardagurin er áðrenn 17. august, skulu hesi senda áheitan um upptøku á vallista til kommununa, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum. Freistin hjá kommununum at taka avgerð um upptøku á vallista av lesandi, sum ikki hava tilhald í Føroyum, er hinvegin 10. august.

Um flutt verður av landinum í tíðarskeiðinum millum 10.- og 17. august 2019, hevur viðkomandi ikki valrætt.

Tú kanst annars lesa meir um valrættin hjá lesandi uttanlands her. Her finnur tú eisini umsóknarblaðið til umsókn um upptøku á vallista.