Kunning um dagrøktina hjá Viðareiðis kommunu

 Virksemið á dagrøktarøkinum skert frá mánadegnum 16.03. 2020., í fyrstu atløgu í 14 dagar.

 

Frá mánadegnum verður dagrøktarvirksemið bert opið fyri børn, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum, og tí hava tørv á dagrøktarvirksemi til børn teirra. Talan er um foreldur, ið starvast innan heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina, og innan ávísar vinnur.

  • Hetta er galdandi fyri børn í aldrinum 0 – 7 ár, sum lúka krøvini omanfyri.

  • Børn í skúlafrítíðaraldri, 1. ,2. og 3. flokkur, kunnu koma í frítíðarskúla seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri.

Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á dagrøktartilboði boða frá hjá dagrøktarleiðaranum, nær tey hava tørv á ansing og av hvørji orsøk. Hetta skulu foreldur gera í seinasta lagi kl. 13. fríggjadagin 13.03.2020, so virksemið kann skipast.

Dagrøktaleiðarin skipar virksemið soleiðis, at hesi eru undir mest møguligari trygd og til minst møguligan ampa fyri børn og starvsfólk.

 

Vinarliga

Hans Jákup Kallsberg borgarstjóri