Kunning um broyting í dagrøktini

 Kunnað verður um, at broyting verður framd í dagrøktini. Broytingin hevur við sær, at dagrøktararnir verða í spælistovuni 4 dagar um vikuna og mikudagur verður heimadagur. Broytingin fer fram í eini royndartíð og verður fram til dagrøktin fer í summarfrí. Síðani verður eftirmett, um vit skulu halda áfram við hesum. Broytingin verður framd, fyri at flestu børnini skulu hava aldursvarandi børn at spæla við. Tað hevur sera stóran týdning at hava vinir , at fáa tær røttu avbjóðingarnar og at trívast fyri at mennast á rættan hátt.





Samband

Viðareiðis kommuna
Eggjarvegur 4 
750 Viðareiði 
Tlf: 45 10 83 Fax: 45 10 94
T-post: info@vidareidi.fo
Leinkji til stuttfilm um Viðareiði:
https://www.youtube.com/watch?v=BFcfM6ZZ1sY&list=PLA32CF313B64AD8B2