Kunning í samband við kloakkarbeiði

 Sambært kunngerð um kloakk, verður ásett, at spillivatnsútleiðing skal leiðast út á streymasjógv og tveir metrar undir lægstu fjøru.
 Í tí sambandi hevur Viðareiðis kommuna samtykt at taka av tilboði frá P/F Jarðhiti um at bora hol til kloakk Heimi á Hellu og eysturi í Eiðsvík.
Holini verða 200 mm í diametur og ávikavist 41 og 20 metrar long.

Arbeiðið er farið í gongd og verður væntandi liðugt í komandi viku.