Kunngerð

um valevnislistar til kommunuvalið í Viðareiðis

 kommunu tann 13. november 2012

 

Í Viðareiðis kommunu skal ein valevnislisti hava

í mesta lagi 9 valevnir.

 

Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni,

starvi, bústaði og føðingardegi.

 

Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi

10 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarar, har teir eru skilliga lýstir

 við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.

 

Undirskriftirnar hjá stillarunum skulu vera á sama

 lista, sum valevnini eru skrivað á.

 

Ein veljari kann bert vera stillari á einum lista.

Listin skal latast inn av einum stillara til

valnevndarformannin í seinasta lagi 23. oktober kl. 18:00.

 

Valnevndarformaður er Kristina Sjóstein, Garðsvegur 2, Viðareiði.

 

Dømi valevnislisti.doc  





Samband

Viðareiðis kommuna
Eggjarvegur 4 
750 Viðareiði 
Tlf: 45 10 83 Fax: 45 10 94
T-post: info@vidareidi.fo
Leinkji til stuttfilm um Viðareiði:
https://www.youtube.com/watch?v=BFcfM6ZZ1sY&list=PLA32CF313B64AD8B2