Kunngerð

um valevnislistar til kommunuvalið í Viðareiðis

 kommunu tann 8. november 2016

 

Í Viðareiðis kommunu skal ein valevnislisti hava

í mesta lagi 9 valevni.

 

Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni,

starvi, bústaði og føðingardegi.

 

Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi

10 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarar, har teir eru

skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.

 

Undirskriftirnar hjá stillarunum skulu vera á sama

 lista, sum valevnini eru skrivað á.

 

Ein veljari kann bert vera stillari á einum lista.

Listin skal latast inn av einum stillara til

valnevndarformannin í seinasta lagi 18. oktober kl. 18:00.

 

Valnevndarformaður er Jensebeth Absalonsen, Flatnavegur 2, Viðareiði.