Kunngerð um løgtingsvalið 1. september 2015

 

Tað verður her gjørt kunnugt, at fráboðaða løgtingsvalið fer fram

 týsdagin 1. september í Viðareiðis skúla.

 

Atkvøðutíðin verður frá kl. 10:00 - kl. 20:00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

 

Brævatkvøður

Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 31. august 2015.

 

Tey, ið vegna sjúku, ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið.  Boðað má verða frá á kommunuskrivstovuni á tlf. 451083  ella 231080 í seinasta lagi kl. 15.00 hendan dagin.

 

Brævatkvøður skulu vera valnevndini, har veljarin stendur á vallista, í hendi innan valið byrjar kl. 10:00 valdagin.

Valkort

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Hesi verða send øllum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki hevur fingið valkort, ella sum fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt..

Viðareiði 17.08. 2015

Viðareiðis kommuna