Kunngerð um fólkatingsval 5. juni 2019

Tað verður her gjørt kunnugt, at fráboðaða fólkatingsvalið fer fram

 mikudagin 5. juni 2019 í Viðareiðis skúla.

 

Atkvøðugreiðslan er frá:
Kl. 09:00 - kl. 20:00 ella so leingi, veljarar møta uttan steðg.

 

Brævatkvøður:

Veljarar í Viðareiðis kommunu, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi mánadagin 3. juni 2019 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna. Brævatkvøður skulu vera valstýrinum, har veljarin stendur á vallista, í hendi innan valið byrjar kl. 09.00 tann 5. juni 2019.

 

Heimaval:

Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi 3. juni 2019 við at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 451083 ella 231080 í seinasta lagi 3. juni 2019 kl. 15.00.

 

Valkort:

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Hesi verða  send út við postinum. Veljari, sum ikki hevur fingið valkort, ella okkurt er komið skeivt fyri, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt.

 

 

Havið valkortið við á val.

 

 

 

Valstýrið á Viðareiði