Kunngerð um fólkatingsval 18.06.2015

  Tað verður her gjørt kunnugt, at fráboðaða fólkatingsvalið fer fram.

 hósdagin 18. juni í Viðareiðis skúla.

Atkvøðutíðin verður frá kl. 09:00 - kl. 20:00 og so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður

Veljarar í Viðareiðis kommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni til og við týsdagin 16. juni 2015.

Tey, ið vegna sjúku, ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 451083  ella 231080 í seinasta lagi 16. juni 2015 kl. 15.00.

Brævatkvøður skulu vera valnevndini, har veljarin stendur á vallista, í hendi innan valið byrjar kl. 9 valdagin.

Valkort

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Hesi verða  send út við postinum. Veljari, sum ikki hevur fingið valkort, ella sum fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt,  men annars til og við valdagin.

Minnist til at hava valkortið við á val

Viðareiði 8. juni 2015

 

VIÐAREIÐIS KOMMUNA