Kommunuvalið 8. november 2016

 

Kunngjørt verður, at fráboðaða kommunustýrissvalið fer fram 

týsdagin tann 8. november 2016

 

í skúlanum á Viðareiði

 

Atkvøðutíðin verður frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg

 

 

BRÆVATKVØÐUR

Veljarar í Viðareiðis kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni til og við 7. novembur 2016 við at boða frá á tlf. 231081.

 

Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu boða valstýrisformanninum frá á tlf. 231080 ella kommunuskrivstovuni á tlf. 451083  í seinasta lagi 7. novembur kl. 15.00

 

Brævatkvøður skulu vera valnevndini í hendi innan valið byrjar kl. 10.00

 

VALKORT

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Hesi verða send út við postinum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella sum fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt, men annars til og við valdagin.

 

Mint verður á, at tygum eiga at hava valkortið við á val.

 

 

 

Viðareiði 26. oktober 2016

 

 

 

Viðareiðis Kommuna

Eggjavegur 4

750 Viðareiði