Kommunuval 2020
Kommunuvalið
Kunngjørt verður, at fráboðaða kommunustýrissvalið
fer fram týsdagin tann 10. november 2020.
Samstundis er val til skúlastýrið
í skúlanum á Viðareiði
Atkvøðutíðin verður frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg
BRÆVATKVØÐUR
Veljarar í Viðareiðis kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni til og við 9. novembur 2020 við at boða frá á tlf. nr. 231081
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu boða valstýrisformanninum frá á tlf. 231080 í seinasta lagi 9. novembur kl. 15.00
Brævatkvøður skulu vera valnevndini í hendi innan valið byrjar.
VALKORT
Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Hesi eru send út við postinum. Veljari, sum ikki hevur fingið valkort, men stendur á vallistanum, fær útflýggjað blankt valkort á valstaðnum
Mint verður á, at
tygum eiga at hava valkortið við á val.
Viðareiðis Kommuna
Eggjavegur 4
750 Viðareiði