Fíggjarætlanin fyri 2017 samtykt
Fíggjarætlanin fyri 2017 varð samtykt á kommunustýrisfundi
22.11.2016.
Samlaðu inntøkurnar fyri komandi ár verða mettar at vera 17.2 mió.
kr. Rakstrarútreiðslurnar verða 14.4 mió. kr., harav 3 mió. kr. fara til eldraøkið.
Ætlanin er at gera íløgur fyri 2.4 mió.kr. Stórur partur av íløgunum fer til vegagerð og
fríðkan av kommununi umframt til
spillivatnsætlanina.
Avdrøg av láni verða 0,4 mió. kr. og rentuútreiðslur 0,3
mió. kr.
Skattaprosentið lækkar úr 21,5% niður í 21% og barnafrádrátturin
verður óbroyttur, 6.500 kr.