Dagrøktin á Viðareiði søkir eftir 2 reingerðarfólkum

 

Søkt verður eftir 2 reingerðafólkum á 10 tímar tímar um vikuna hvør til reingerð í dagrøktini at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin  er fyri tað mesta eftir kl.17.15 allar gerandisdagar.

Tey, ið sett verða, skulu:

- vera ábyrgdafull og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
- vera álítandi og hava góð samstarvsevnir.

 Løn- og setanartreytir:
Setanarøkið er Viðareiðis kommuna. Tey, ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Starvið er lønt sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. oktober saman við møguligum viðmælum. Meiri fæst at vita við at venda sær til leiðaran Dianu Borgnýardóttir á tel. 231084. 

Umsóknir skulu sendast til: vid.dagroktin@kallnet.fo