Broyting í byggisamtyktini fyri Viðareiðis kommunu

 

                                                                            

                                                                            Kunngerð

 

Broytingar í byggisamtyktini fyri

Viðareiðis kommunu

 

Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verða við hesum uppskot til broytingar í almennu byggisamtykini fyri Viðareiðis kommunu framløgd til alment eftirlit.

Broytingarnar verða  lagdar fram til alment eftirlit í vanligari upplatingartíð á kommmunuskrivstovuni frá 11. oktober til 1. november 2017.

Møguligar viðmerkingar skulu vera kommununi skrivliga í hendi í seinasta lagi 24. november  2017. Teldupostadressan er: info@vidareidi.fo  

Hesar eru broytingarnar:

 

Smoltstøðin.

Her verður lagt eitt uml. 44.000 m² stórt øki til vinnuøki (B).

Hetta er burturav landbúnaðarøki.

 

 

 

 

Í Lágbø.

Heimanfyri og niðanfyri matr.nr. 2, ( á matr. nr. 78d ) verður verandi linja til sethúsaøki (A1) flutt nakað omaneftir. Her er talan um á leið 700 m² - litað við reyðum.
Økið verður tikið burturav landbúnaðarøki.