Løgtingsval 31.08.2019

 

KUNNGERÐ

 

Sambært fráboðan løgmans er løgtingsval ásett at verða

 

leygardagin 31. august 2019

 

Valið fer fram í skúlanum á Viðareiði.

 

Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

 

Brævatkvøður

Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið, tann 30. august 2019 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna.

Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi innan valið byrjar kl. 10.00, tann 31. august 2019.

 

Heimaval

Veljarar, ið vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019 við at venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 451083 ella hjá valnevndarformanninum, tlf. 231080, í seinasta lagi sama dag.

 

Valkort

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna, og valkortini verða send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.

 

 

VALSTÝRIÐ Í VIÐAREIÐIS KOMMUNU