Ung í arbeiði 2020

 

Viðareiðis kommuna fer aftur at skipa fyri



Ung í arbeiði í summar.



Arbeiðið er ætlað ungum viðingum,
sum eru fødd í 2006 ella fyrr. Lutfalsliga fá ung eru frá 7. til 10. flokk, og tí
hevur kommunan valt ikki at hava nakað aldursmark uppeftir í ár.



Arbeitt verður í tíðarskeiðinum
29.06-10.07.



Um tú vilt luttaka, skalt tú melda teg til við at senda ein teldupost til info@vidareidi.fo og upplýsa navn, (adressu,
p-tal og kontonummar, um tú ikki hevur luttikið í Ung í arbeiði áður.)